Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leiðslan í TB gjørdi tveir sáttmálar við útlendskan leikara – annar var loyniligur

FSF.fo

Aganevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur gjørt úrskurð í einum máli, har TB hevur framt álvarslig brot á reglur FSF’s. Bæði ábyrgdarpersónar og felag verða sektað fyri brotini

Aganevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur gjørt úrskurð í einum máli, har TB hevur framt álvarslig brot á reglur FSF’s. Bæði ábyrgdarpersónar og felag verða sektað fyri brotini

Málið snýr seg um, at TB hevur gjørt tveir sáttmálar við ein útlendskan leikarar í 2012, har bert annar er sendur Fótbóltssambandi Føroya til góðkenningar.

Í sambandi við ósemju um írestandi løn hevur leikarin kært Tvøroyrar Bóltfelag til FSF, og málið bleiv lagt fyri Aganevndina til viðgerðar.

Nú er Aganevndin so komin við sínum úrskurði, sum hevur við sær, at tveir ábyrgdarpersónar hjá TB verða bannaðir frá øllum virksemi, sum hevur við fótbólt at gera í ávikavíst trý og fýra ár. Harafturat er Tvøroyrar Bóltfelag sektað við bót áljóðandi 50.000 krónur.

Úrskurðurin hjá Aganevndini kann lesast HER

Harleyfacadeacryl