Tórbjørn Jacobsen setir fram sjey munnligar fyrispurningar til landsstýrið
7 munnligir fyrispurningar til tingfundin miðvikudagin 21. november 2007:
· Til Jóannes Eidesgaard, løgmann, um uppsagnir og setanir á Strandfaraskipum Landsins:
Hvør er kærumyndugleiki viðvíkjandi setanum og uppsagnum á almennum stovnum, landsstovnum, eitt nú á Strandfaraskipum Landsins? Og gevur ein kæruviðgerð landsstýrismanninum í Innlendismálum lógligan rætt til at geva tænastuboð, og annars at leggja seg út í setanir og uppsagnir á almennum stovni ella stovnum? Hvør er í grundini setanarmyndugleikin á einstøku stovnunum undir landsstýrinum ella tess ráðum?
· Til Magna Laksáfoss, landsstýrismann í fíggjarmálum:
Hvat heldur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum um framferðina hjá landsstýrismaninum í Innlendismálum í samband við setanir og uppsagnir á Strandfaraskipum Landsins? Hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum gjørt nakrar fyribils útrokningar um fíggjarligu avleiðingarnar av hesum nú so aktuella máli?
· Til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í Innlendismálum:
Sambært hvørjum reglum og siðvenjum í fyrisitingarlógini tilskilar landsstýrismaðurin í Innlendismálum sær rætt til at geva tænastuboð um, og annars at leggja seg út í setanir og uppsagnir á landsstovnum undir Innlendismálaráðnum, í hesum førinum Strandfaraskipum Landsins? Og hevur fyribilssetti stjórin, Jákup Danielsen, fingið somu tænastuboð sum fráfarni stjórin Regin Vágadal?
· Til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, um Føroya Vísindaráð:
Hin 2. mars 2006 legði landsstýrismaðurin í mentamálum fram uppskot um Føroya Vísindaráð. 21. apríl sama ár var uppskotið samtykt (25-0-2) við triðju viðgerð. Vísindaráðið skal samsvarandi uppskotinum orða yvirskipaða granskingarpolitikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan. Samsvarandi lógini sita løgmaður, fleiri landsstýrismenn og viðkomandi stovnar annars – í hesum ráði. Kann landsstýrismaðurin í granskingarmálum siga okkum nær Vísindaráð Føroya skipaði seg á fyrsta sinni, og hartil siga okkum hvussu nógvir fundir eru hildnir í ráðnum, síðani lógin var kunngjørd? Hevði landsstýrismaðurin harafturat kunna víst á eitthvørt úrslit, sum er komið burturúr virksemi Vísindaráðsins, síðani tað fór til verka?
· Til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, um skrivligan fyrispurning viðvíkjandi millumbylgjusendaranum í Akrabergi:
Sambært tingskipanini §53 stk. 3: ”Fyrispurningurin skal verða svaraður skrivliga, og skal løgtingsformaðurin hava svarið í hendi í seinasta lagi 14 yrkadagar eftir, at spurningurin var góðkendur sbrt. stýriskipanarlógini § 21. Løgtingsformaðurin kann í serligum føri gera av, at svarfreistin skal gerast styttri.” Hin 21. september 2007, fyri júst 2 mánaðum síðani, boðaði løgtingsformaðurin frá skrivligum fyrispurningi frá undirritaða, um viðurskifti viðvíkjandi millumbylgjusendaranum í Akrabergi. Nú farnir eru 45 dagar útum svarfreistina, fer undirritaði at spyrja landsstýrismannin, hvør ið orsøkin kann vera til hesa hjá útinnandi valdinum eyðsýndu foragt fyri skipan Løgtingsins og stýriskipanarlógini?
· Til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, um ætlaðu rundkoyringina í Gøtudali:
Fyri kortum varð spurt um málið í tinginum. Svarið gav eina ábending um, at landsstýrismaðurin og Landsverk vóru komin í ein iva um tvær alternativar loysnir. Er avgerð tikin í málinum, og um so er, hvussu skal valda loysnin tá fíggjast?
· Til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, um ætlaðu flytingina av Veterinerdeildini hjá Vinnumálaráðnum:
Sambært løgtingsfíggjarlógaruppskotinum fyri 2008 ætlar landsstýrismaðurin at flyta Veterinerdeildina hjá Vinnumálaráðnum undir Heilsufrøðiligu starvsstovuna í komandi ári. Nú er tað soleiðis, at í mongum førum er HS eftirlitsmyndugleiki í somu málum, har ið Veterinerdieldin er kærumyndugleiki. Sum tað stendur í onkrari kunngerð viðvíkjandi aling: ”Avgerð tikin av HS sambært hesi kunngerð kann kærast til Vinnumálaráðið, Veterinerdeildina”. Hvussu fer hesin problematikkurin at vera loystur, táið eftirlits- og kærumyndugleikin ætlandi verða ein og sami stovnur í komandi ári, sambært upplýsingum fingnir til vega í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2008?
Á Føroya Løgtingi, 19. november 2007
Tórbjørn Jacobsen




