Havi við áhuga lisið greinina hjá Leif Láadal á portal.fo. Men sakni at fleiri evni verða viðgjørd, og at upplýst verður, um nakað verður klipt burtur úr sitatum. Kann ikki lata vera við at irriterast.
Havi við áhuga lisið greinina hjá Leif Láadal á portal.fo. Men sakni at fleiri evni verða viðgjørd, og at upplýst verður, um nakað verður klipt burtur úr sitatum. Kann ikki lata vera við at irriterast.
Hvar hava øll hesi embætisfólkini og politikarnir hesa “LOKALPATRIOTISKU” fatan frá? Hvat skrivaðu tit, fjølmiðlanir um tað mundi?
Hetta sendi eg til Leif, tó uttan vón at tekur tað upp. Kanska Norðlýsið tímir 🙂
Stendur sum eigari
Leif skrivar um lógartekstin: “tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ognar.“
Rætti lótarteksturin er: “
Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin,og P/F Vágatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ognar.“
Er spurningurin, nær stendur P/F Vágatunnilin sum eigari av anlegginum, ikki áhugaverdur? Eigur eitt partafelag ikki aktivini, tá felagið er skuldarfrítt, óansæð hvør eigur partapeningin í felagnum?
Partapeningur
Leif skrivar: “
stóra íløgan upp á 300 milliónir krónur, sum landið hevur sett í feløgini sum partapening“
Hetta sigur lógin um partapening í P/F Vágatunnilin.
§ 4.Endamál felagsins skal vera at gera tunnil millum Streymoynna og Vágarnar, og hartil hoyrandi veg og brúgv, hava rakstur av tunnlinum um hendur umframt aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemi.Stk. 2. Partabrøv felagsins eru ogn landsins. Tað er ikki loyvt:
| 1) |
at avhenda partabrøv, |
| 2) |
øðrum enn landinum við nýtekning av partapeningi at tekna partapening í felagnum, |
| 3) |
felagnum at luttaka í fusión, klovningi ella aðrari yvirtøku av virki, sum hevur við sær, at onnur enn landið gerast eigarar av partabrøvum í felagnum. |
Um tað nú var ætlanin, at brúkarin skal gjalda landinum allan partapeningin aftur, er tað so í tráð við §4?
Andsøgn við lógartekst og viðmerkingar
Leif skrivar, undir yvirskriftini LOKALPATRIOTISMA, at tað hesir lokalu føra fram, um at tað bert er lánstøkan ið skal gjaldast við brúksgjøldum, er í andsøgn við sjálvan lógartekstin og viðmerkingarnar. Og Leif siterar ymiskt úr hesum. Men gloymir til dømis:
Til § 5
“Ætlanin er, at nýtslugjøldini skulu fíggja bæði afturgjaldingina av lánunum til byggingina og raksturin av vegunum og tunnlinum.“
Í viðmerkingum til Norðoyatunnilin stendur beinleiðis partur av íløguni:
“Partur av hesari upphædd skal tó fíggjast við bummpengainntøkum, so landskassans partur verður tilsamans kr. 225 mió“