Tað var 15. Juli í 1935 at Leif Mohr byrjaði elinleggjaravirkið, sum í dag hevur ment seg til samtakið PF. LEIF MOHR og PF. LM ELECTRIC.
PF. LEIF MOHR er søluparturin, sum í høvuðsheitinum arbeiðir út frá teim báðum handlunum á Hoyvíksvegi í Havn og á Kambsdali. Fyritøkan selir í dag alt hugsandi eltilfar til húsahald og skip, umframt hvítvørur úr tí betra endanum til húsarhaldið. Í nógv ár hevur LEIF MOHR selt fulfíggjaðar stórkøks loysnir serliga til stovnar –ellisheim, skúlaheim, sjúkrahús – men eisini størri køksloysnir til gistingarhús. Eitt sum altíð hevur eyðkent virksemi, er evnini til at kunna veita alt eltilfar til kommunur og Landsverk; eisini, í nýggjari tí ,tær meiri serligu og orkusparandi loysnirnar við LED ljóskeldum.Seinastu árini hevur fyritøkan arbeitt miðvíst eftir at menna marknaðarpartin innan ali- og uppísjóvarvinnuna; hetta er í dag ein týðandi lutur hjá LEIF MOHR.
Handverkaradeildin hjá samtakinum er savnað í PF. LM ELECTRIC. Hendan fyritøkan er altíð við tá stórar arbeiðstøkur verða framdar í Føroyum; t.d. útbyggingin av flogvøllinum í Vágum. Í dag er tað LM ELECTRIC, sum stendur fyri el arbeiðnum til høvuðssæti hjá BANK NORDIK og á skúladeplinum í Marknagili.
Hjá PF. LEIF MOHR arbeiða í dag um 20 starvsfólk, harav 1 lærlingur
LM ELECTRIC er kend fyri á útbúgva elektrikarar. Í dag hevur hendan fyritøkan uml. 50 starvsfólk, harav 20 lærlingar.
Starvsfólkini í samtakinum vóru á hvítusunnu í Edinburgh fyri at hátíðarhalda føðingardagin.




