Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leigusáttmáli undirskrivaður um lendið undir nýggju bygningunum í Miðhoydølum

Innlendismálaráðið

Í dag hava Tórshavnar kommuna og Innlendismálaráðið við ávikavist Heðin Mortensen, borgarstjóra og Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, undirskrivað leigusáttmála um ein lítlan part av matr. nr. 1338 í Tórshavn.

Tað snýr seg um lendið undir nýggju bygningunum, sum eru reistir á gróðurstøðini í Miðhoydølum, eftir at Løgtingið í fjør játtaði pening til endamálið. Nýggju bygningarnir eru komnir í staðin fyri niðurtiknu minkahallirnar.

Bygningarnir hava stóran týdning fyri raksturin á gróðurstøðini og verða alment tiknir í nýtslu týsdagin kl. 15:00.

Í Tinganesi 19. apríl 2013

Harleyfacadeacryl