Leygardagin 12.mars, hevur Leikalund 5 ára fødingardag, sum handil.
Leikalund varð upprunaliga stovnað í 1989, sum forlag ið hevur givið út eina rúgvu av postkortum og plakatum.
Handilsvirksemið byrjaði í mars 2000 úti í handlinum í Klaksvík, sum er gamli kongaligi einahandilin og var bygdur í 1837.
Um navnið Leikalund er at siga, at tað er eitt navn, ið er smíðað til felagið. Hetta er sostatt ikki eitt vanligt føroyskt orð. Leikalund stendur fyri eini lund (stað), har tú kanst uppliva okkurt positivt.
Leikalund hevur lagt seg eftir at selja tónleik, bøkur og filmar. Nakað av føroyskari brúkslist er eisini umboðað, og síðst, men ikki minst, hava vit hvønn mánaða eina nýggja listaframsýning.
Nú aftaná fimm ár, kunnu vit siga, at nógv viðskiftafólk hava tikið Leikalund til sín og trívast við at koma á gátt. Hetta er fyri okkum gleðiligt, eftirsum at okkara politikkur er, at fólk skulu føla seg væl í hesum nærum elstu handilshølum í landinum.
Hølini eru á ein hátt vorðin fólkaogn, her tú kanst merkja andan og part av handilssøguni í Klaksvík.
Í samband við føðingardagin, hava vit eina rúgvu av føðingardagstilboðum í handlinum frá leygardegnum 12.mars til og við leygardagin 19.mars, sum eisini er langur leygardagur.




