Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LEIKALUND hesa vikuna

Leikalund

KAFÉ-FUNDUR

– sum Demokratia skipar fyri í Spaniastovu mikukvøldið 24. juni kl. 19.30-21.30.
Skrá:
Eydna Skaale, retorikari, heldur fyrilestur við heitinum “At tora at traðka fram”.

Steðgur – søtt ábit og tónleikur.
Kjakpanel við kvinnuligum politikarum.
At tora at stíga fram og siga sína hugsan og sannføra onnur er altumráðandi í dagsins samfelag, ið krevur alsamt meira støðutakan av einstaklinginum og felagsskapinum. Jú fleiri, ið eru við at vísa á loysnirnar, jú betri verður grundarlagið fyri avgerðunum.
Kvinnur og menn eru borgarar í samfelagnum og verða øll rakt av teimum avgerðum, ið verða tiknar. Tískil er tað ein sjálvfylgja, at bæði kvinnur og menn eru við til at mynda samfelagið.
Møtið fjølment, kvinnur og menn.

TÓNABRÚGV 2015

JENS MARNI Í SPANIASTOVU

Konsert við Jens Marna Hansen verður í Spaniastovu hóskvøldið 25.juni kl 20.

Við sær á trummum hevur hann Josva Debes á trummum, Pauli Magnussen á bass, Finnur Hansen á tangentar og Stanley er gestasangari.

Atg.m. kunnu bíleggjast á tlf. 457151 og facebooksíðuni hjá Spaniastovu.

SUMMARTÓNAR

Konsert fríggjakvøldið 26.juni kl 21 við
Alda Magna: Kim Kristensen (piano), Leivur Thomsen (guitar), Bjarki Meitil (bass), Rógvi á Rógvu (drums) – Jazz

Harleywoodpaint