Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leikalund: Øðrvísi framsýning í Leikalund

(Norðlýsið – Tíðindi)

Amerikumaðurin Joel Cole sýnir fram skulpturar, áhugaverdar og øðrvísi innbúgvslutir

Amerikumaðurin og Føroyavinurin Joel Cole, ferð desember mánað út, at hava eina sera annarleiðis listaframsýning av skulpturum, áhugaverdum og øðrvísi innbúgvslutum í Leikalund í Klaksvík.

Joel Cole arbeiðir við viði, ið hann hevur útvegað sær í mongum ymiskum londum, líka frá eysturstrondini í Grønlandi til regnskógin í Paraguay. Burturúr hesum gerð Joel ymiskar áhugaverdar og stuttligar lutir og innbúgv.

Joel hevur fleiri ferðir vitja oyggjarnar, og hevur nógvar vinir og kenningar í Føroyum, og gleðir hann seg ómetaliga nógv at sýna fram listina í Føroyum.

Framsýningin verður í Leikalund frá fríggjadegnum 8. desember og mánan út, sjálv ferniseringin verður fríggjakvøldið 8. des. Kl. 19.00 til kl. 23.00

Listamaðurin Eyðun av Reyni, hevur málningaframsýning samstundis, somuleiðis desember mánað út.

Listarligu verkini hjá Joel Cole, kunnu eisini síggjast á heimasíðu hansara www.joelcole.com



Tiltakið er ókeypis

Leikalund

Tel. 457151

leikalund@leikalund.com