Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leikar í lund bjóðar til heimliga akustiska konsert við Hamferð og Fimm Feitar Flugur 26.apríl.

John William Joensen

26. apríl stíga Hamferð inn á gólvið í Spaniastovu í Klaksvík við einum serstøkum og sjáldsomum tiltaki. Talan er um eina akustiska framførslu, ið leggur dent á tekstliga heimin, ið Hamferð higartil hava skapt sær millum annað við útgávunum ‘Vilst er síðsta fet’ og ‘Evst’.

Tónabrúgv 2014

Hamferð akustiskt í Spaniastovu

26. apríl stíga Hamferð inn á gólvið í Spaniastovu í Klaksvík við einum serstøkum og sjáldsomum tiltaki. Talan er um eina akustiska framførslu, ið leggur dent á tekstliga heimin, ið Hamferð higartil hava skapt sær millum annað við útgávunum ‘Vilst er síðsta fet’ og ‘Evst’. Øll Hamferð-løg eru samanbundin og siga í síni heild eina søgu, ið verður útbygd við hvørjum nýggjum lagi og útgávu. Við útvaldum løgum og yrkingum verður hendan søgan, í hennara núverandi skapi, løgd fram á sannan Hamferð-hátt. Væntast kann eitt inniligt og sorgblítt kvøld, har áhoyrarar verða bjóðaðir inn í ein serføroyskan heim við ófyrigevandi landsløgum, ódnarveðri og huldum.

Hamferð hevur áður bert framført tvær akustiskar konsertir fyri almenninginum, og hesar vóru báðar á HOYMA-tiltakinum, sum fór fram í Gøtu í november 2013. Stovurnar, har framført varð, vóru á tambi við áskoðarum, og konsertirnar vóru stórliga fagnaðar. Í Spaniastovu verður framførslan so útbygd og gjørd til eina størri heild, ið ger, at hetta verður enn eitt nýtt stig í tónleikasøgu Hamferðs. Hetta er tískil eitt tiltak, ið ikki má missast.

Fimm feitar flugur í Spaniastovu

26.apríl koma Fimm Feitar Flugur at syngja í Spaniastovu í Klaksvík. Ein spennandi kórkvintett við fimm frískum unglingum, ið bæði duga at syngja, spæla og undirhalda.

Hetta er fyrstu ferð Fimm feitar flugur syngja norðanfyri Klakk. Avbjóðingin inniber at hita upp til Hamferð í øðrvísi búna.

Fimm Feitar Flugur eru Ári Berghamar Danielsen, Dánial Gomez, Rasmus Vigant Samuelsen, Hanus Á Tjaldrafløtti og Eyði Højsted Horsdal.

Atg.m. til konsertina við Hamferð og Fimm Feitar Flugur kunnu keypast í Leikalund og bíleggjast á

tlf. 457151.