Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leiklig uppreisn

Jákup Ósá

Føroyska landsliðið fekk eitt slagav eini uppreisn í kvøld, tá liðið møtti Ungarn á heimavølli.


Seinasta leygarkvøld vóru Føroyarspældar av vøllinum so leingi, sum spenningur var í dystinum. Taðkunnu øll vera samd um. Bæði tey sum vóru í Norður Írlandi, ogtey sum sóu dystin í sjónvarpinum. Nógvur kritikkur var mótihesum avrikinum og slíkur eigur at vera viðvirkandi til at motiveraleikarar og venjarar til at gera tað betri. Hetta avrikið íBelfast skuldi vaskast burtur í kvøld, og tað bleiv tað eisini,um vit hyggja burtur frá úrslitinum. Vit sóu eitt heilt annað føroyskt lið í kvøld, sum gjørdi tað munandi meira hugaligt at hyggja eftir hjá øllum føroyingum.

Vit sóu innsats, taklingar og gottfótbóltsspæl – eftir føroyskum mátistokki – frá føroyskaliðnum mesta partin av dystinum. Væl stuðlaðir av føroyskuáskoðarunum. Føroyar byrjaðu dystin væl og teir báðir nýggjuleikararnir á miðvøllinum – Brandur H. Olsen og Sølvi Vatnhamar– vóru eyðsýndir. Hallur Hansson vísti stórspæl og burtursæðfrá støðunum kring málið hjá Ungarn, so spældi verjan væl.Teir báðar størstu møguleikarnar hjá Føroyum fekk HallurHansson, sum var sera eyðsýndur fyrsta tíman, í fyrra hálvleiki,men tíverri vóru skotini ikki nóg neyv. Ungarn hevði skot sterkarleikarar, men skapti nærum einki í opnum spæli. Spell fyri heimaliðið,at einasta málið í dystinum, sum Ungarn skoraði í fyrrahálvleiki, kom nærum eins og tað fyrsta hjá Norður Írlandieftir hornaspark.

Í seinna hálvleiki sat Føroyar áspælinum. Til tíðir sá tað gott út fram til seinasta triðinginá vøllinum, og við leikarum sum Brandi og Halli er møguligt atspæla skjótt og at halda uppá bóltin. Jóan Símun Edmundssonspældi væl sum fremsti leikari, men sum so ofta fyrr, so hevurFøroyar sera trupult við at koma til stórar mál møguleikar. Oghesin kom heldur ongantíð í seinna hálvleiki. Samanlagt hevðiUngarn 17 skot á mál móti 11 hjá Føroyum, men av teimum vórufáir mál møguleikar av tí, sum kunnu flokkast at vera stórir.Eftir dystin kann ein so spyrja seg, um føroyski venjarin kundigjørt enn meir fyri at vinna dystin? T.d. við at spælt við longumbóltum, har Atli ella Sonni kundu verið sendir fram seinastakorterið, ella at sent tann besta offensiva bakkin í Effodeildini,Bárður Hansen, á vøllin fyri at skapa fleiri álopsstøðurgjøgnum høgru síðu?

Eitt stig rætta vegin

Føroyar hava seinastu árini avrikaðrættuliga óstøðugt frá dyst til dyst, og hesin dysturin er einpartur av tí gongdini. Sjálvt avrikið hendan dystin var gott ogmeir fótbóltsspæl var at síggja enn í flestu dystunum, sumFøroyar hava spælt seinastu árini. Vit eiga eisini at hava íhuga, hvørjari støðu Ungarn er í nú. Liðið hevur fyri stuttaritíð síðani skift venjara og eitt nærum nýtt lið skal núsamanspælast av leikarum, sum ikki hoyra millum teir kendastu, oghar teir flestu ikki spæla í teimum sterkastu kappingunum íEuropa. Men serliga gav 18 ára gamli FCK leikarin Brandur H.Olsenføroyingum eina stóra vón um betri tíðir. Hann kom stak væl frásínum fyrsta dysti frá byrjan og kann blíva ein leikari, sum ferat flyta mørk í føroyska spælinum framyvir. Føroyingar góvu altog vóru møguliga minst líka góðir sum Ungarn. Men føroyingareru framvegis ikki nóg góðir til at skapa stórar mál møguleikar,tí oftast skulu hini liðini hava færri av slagnum fyri at fáamál og stig. Ungarn kendi sína vitjunartíð og vann við at skora uppáein av sínum fáu mál møguleikum. Føroyingar mugu royna aftur íGrikklandi 14. november, og tá verður liðið neyvan nógv broytt,tí eingin spældi seg av í kvøld.