Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leiklistarskúli í Føroyum

John William Joensen

Føroya Fólkaháskúli og Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) eru farin at samstarva um LEIKLISTARSKÚLA FØROYA. Leiklistarskúlin byrjar í 2008 og heldur fram í 2009.

Undirvíst verður í leiklist, leikstjórn og í at skriva til pall, og pláss verður fyri 30 næmingum. Næmingarnir búgva á Háskúlanum í Havn.

Skúlin byrjar mikukvøldið 30. apríl kl. 20 og endar sunnudagin 4. mai kl. 17. Næmingarnir fáa skeiðsváttan frá skúlanum og fáa møguleika at halda áfram við lestrinum 20. – 24. mai 2009.

LEIKLIST I
14 næmingar

Endamálið við hesum skeiðinum er, at luttakararnir fáa royndir í tí grundleggjandi endamálinum við at flyta fram leik á palli. Her verður arbeitt við:

a) Skapandi hugdámi (kreativari atmosferu), har vit venja hugsavnan, umhugsan, falsloysi og álit
b) At skapa eginleikar (karakter), har ið vit venja kropp, rødd, kenslur og hugsan
c) At geva og at taka ímóti, har ið vit venja at slappa av, at lurta, sakloysi og forvitni
d) Ein søga verður til – ávøksturin av skapan, har ið vit venja skapanargleði og skapanarkraft

Lærari: Ágústa Skúladóttir.

LEIKSTJÓRN I
9 næmingar

Hetta skeiðið er ætlað teimum, sum hava onkrar royndir av at leika ella at leikstjórna. Í fyrilestri og samrøðuformi verður farið ígjøgnum arbeiðsgongdina – hvussu ein leikuppseting fer fram. Hvør er ábyrgd leikstjórans, hvat er hansara arbeiðsøki. Hvussu fyrireikar hann sítt arbeiði hvønn dag. Greiningararbeiði (analysa) verður viðgjørt fyri seg. Skeiðið er eisini praktiskt. Her kanna vit arbeiðið við leikarunum: hvat er eginleikagreinan (karakteranalysa), snaringarpunkt, fokus, rytma o.s.fr. Næmingar fáa partar úr leikritum til at fyrireika. Her verður eisini arbeitt við improvisatión. Leikstjóranæmingarnir skulu vera virknir sum leikarar hvør hjá øðrum.

Lærari: Sigrún Valbergsdóttir.

AT SKRIVA TIL PALL
7 næmingar

Hetta skeiðið byrjar við at fara ígjøgnum nakrar grundreglur um tað, sum krevst til tess at skriva leikrit, og so verður farið undir praktiskar venjingar. Tey, sum eru í ferð við at skriva ein leik, eiga endiliga at taka hann við sær, eisini tey, sum eiga okkurt gott hugskot, sum ikki enn er komið niður á pappírið. Skrivarabólkurin fer ígjøgnum hugskotini til ætlaðar leikir, og venjingarnar á skeiðinum skulu hjálpa høvundinum at fáa leikin skrivaðan lidnan. Smáleikir at leika móti endanum á skeiðinum eru partar í hesum venjingunum.

Lærari: Karl Ágúst Úlfsson.

Mikukvøldið verður undirvíst kl. 20 til 23, hósdagin, fríggjadagin og leygardagin kl. 9 til 18, og sunnudagin kl. 10-17. Sunnudagin verða eisini framførslur.

Hóskvøldið verður open hour, har sagt verður frá, hvussu gongst við arbeiðinum, hvussu langt er komið ávegis, hvørjar arbeiðshættir verða brúktir.

Fríggjakvøldið framføra næmingarnir okkurt, teir duga væl, t.d. at syngja, spæla einmansleik, miniaturuleik, lesa yrkingar, pantomime, instrumentspæl el.a.

Leygarkvøldið verður hugnakvøld við mati og dansi.

Leiklistarskúlin er fyri øll sjónleikaáhugað.

Gjaldið fyri undirvísing, kost og vistarhald er:

● fyri limir í limafeløgum MáF’s og í Ungum í MáF: 1.000,- kr.
● fyri tey, sum ikki eru limir: 2.000,- kr.

Tekningarskjal fæst frá MáF, tlf. 315624, maf@maf.fo, www.maf.fo
Tekningarskjalið skal verða latið MáF ikki seinri enn 1. mars 2008.

Stutt um lærararnar:

Ágústa Skúladóttir lærdi leiklist hjá Monicu Pagneux í París og Philippe Gauliere í London. Somuleiðis tók hon masternámsskeið hjá Theatre de Complicite, John Wright, David Glass og Bruce Meyers. Hon starvaðist sum leikari í London í nøkur ár. Hon var ein av teimum, ið stovnaðu leikbólkin Icelandic Take Away Theatre og hevur verið við í 10 leiksýningum hjá bólkinum, sum leikari, leikstjóri ella høvundur. Ágústa hevur leikstjórnað nógvum og ymiskum leikum á flestu leikhúsunum í Íslandi. Í Føroyum kenna vit Ágústu frá NUTU-summarskúlanum í 2005, har sum hon undirvísti í Physical Storytelling, og frá NEATA-festivalinum 2006, har sum hon leikstjórnaði íslendska leikinum Memento mori.

Sigrún Valbergsdóttir arbeiðir sum freelance leikstjóri og leiklistarpedagogur. Hon tók sjónleikaraprógv frá Þjóðleikhúsinu í Reykjavík í 1970, las leikhúsfrøði í Køln 1975-78 og var leikhússtjóri í AlÞýðuleikhúsinu 1980-82. Hon hevur verið dagligur leiðari í Bandalagi íslendskra leikfélaga (BÍL) 1983-89. Harumframt hevur hon leikstjórnað fleiri enn 40 leikum, bæði yrkisleikum og áhugaleikum. Tríggjar sýningar hevur hon sett upp í Føroyum, Framá í 1989, Óvitar í 1994 og Piaf í 2006. Hon hevur verið lærari á Leiklistarskóla Íslands og í Leiklistarskóla Bandalags íslendskra leikfélaga. Hon var kunningarstjóri í Borgarleikhúsinu 2001-2005. Hon hevur hildið 2 skeið fyri MáF: Improvisatión sum amboð í mars 2006 og Persónskapan og keipumyndir í august 2007. Í løtuni er Sigrún í ferð við at skriva leikin “Sjóvevur”um svensku Ainu Cederblom saman við Eyð Matras. Leikurin verður frumsýndur í Klaksvík 7. februar 2008.

Karl Ágúst Úlfsson tók prógv frá Leiklistarskúla Íslands í 1981. Seinastu árini hevur hann starvast í leikhúsi og sjónvarpi í Íslandi, sum høvundur, leikstjóri og týðari. Hann tók MFA-prógv í leikriti, handritagerð og leikstjórn á Ohio University í 1994. 4 av leikum hansara hava verið sýndir á palli í USA, The Guarding Angel, A Guy Named Al, Body Parts og The Iceman is Here. Av leikverkum Karls Ágústs, sum hava verið sýnd í Íslandi, eru Í hvítu myrkri í Þjóðleikhúsinum, songleikirnir Fagra veröld í Borgarleikhúsinum og Ó, Þessi Þjóð í Kaffileikhúsinum, Stóllinn hans afa, og sjónvarpsleikritið Fyrsta atriði, Æ, æ og Ást í bakaríi. Saman við Erni Árnasyni hevur Karl Ágúst umframt so mangt annað gjørt kjallarakvøld í Leikhúskjallaranum í Reykjavík.