icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leikluturin hjá donsku sendistovuni í flaggskomm á Rhodos skal svarast

John William Joensen

Í Dimmalætting er upplýst, at flaggað hevur verið á Rhodos við Merkinum undir Dannebrog, hetta skal nú kannast skrivar Norðuratlantsbólkurin úr Fólkatinginum

Samstundis verður víst á, at boðini um hetta vóru komin frá donsku sendistovuni á Rhodos. 

Eftirsum danskir myndugleikar verða sagdir at hava givið hesi boð, og onki mótmæli hevur verið at hoyrt frá løgmanni ella øðrum úr landsstýrinum, ið annars eru stødd á Rhodos, hevur Høgni Hoydal fólkatingsmaður sett danska uttanríkisráðharranum ein skrivligan fyrispurning.

Har biður hann Per Stig Møller, uttanríkisráðharra gera greitt, hvønn leiklut danska uttanríkistænastan hevur havt í hesi hending, og um hetta er ein avleiðingin av, at føroyska landsstýrissamgongan saman við donksu stjórnini hevur samtykt at lýsa Føroyar sum "Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne" í altjóða høpi.

Norðuratlantsbólkurin