Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leikurin Einki Orð í Spaniustovu

Ragnhild Ellingsgaard

Leygarkvøldið klokkan 20 verður leikurin Einki Orð sýndur í Spaniustovu.

Einki Orð er ein sjónleikur um 24 ára gomlu kvinnuna Hannah, sum upplivir harðan mótgang fyri muslimsku trúgv sína beint eftir 9/11-álopið í New York. Hannah varð sum ung genta móti sínum vilja gift við einum harðligum manni og tá tað seinni kemur fram, at Hannah er samkynd, venda maðurin, familja og vinfólk henni bakið.

Sóley Danielsen spælir leiklutin sum Hannah, umframt at hon eisini spælir hinar 10 leiklutirnar í leikinum. Íslendski leikstjórin Jenny Laurá hevur leikstjórnað og sniðgivið pallsetin, meðan Jákup Bernhard Brim hevur týtt leikin til føroyskt. Tónleikin hevur Per I. Højgaard gjørt. Leikurin er skrivaður á løttum málið og er tí lættur at skilja. Upprunaheitið er “No Word in Guyannese for me” og er skrivað av rithøvundanum Wendy Graf.

Leikurin verður sýndur í Spaniustovu leygarkvøldið 21. mars klokkan 20.00.

EINKI ORРhevði frumsýning á Tjóðpalli Føroya í Novembur 2014 og varð sera væl móttikin. Her er eitt lítið brot úr ummælinum hjá Beatu L. Samuelsen:

” Sóley Danielsen megnar við leikinum ”Einki Orð” at lata seg í leiklutin sum muslimska Hannah. Sorgin, gleðin, barndómurin, áðrenn og eftir deyða móðir hennara, endurspeglast í andlitsbráðum Sóleys eins og hugsunarsami atburðurin hennara á pallinum. Hon hevur góða tíð. Einki hevur skund. Áskoðarin kann á henda hátt liva seg inn í tankarnar, sum aftur og fram og við fullari ferð, reika runt innan í tí ungu kvinnuni. Alla tíðina er hon trúføst móti islam og Allah, hóast hóttanin um deyðarevsing hongur yvir høvdinum á henni hvønn einasta dag. Vegna samleika sín sum samkynd og sum ikki passar inn í muslimsku trúnna, vendir familjan Honnuh bakið.”