Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leirvíkar kommuna nýggja heimasíðu

John William Joensen

Leirvíkar kommuna hevur fingið nýggja heimasíðu, ið skal nýtast til at kunna borgarar í kommununi og onnur um viðurskiftini í kommununi, og um hvørji tilboð eru til borgarar bæði innan tænastur, trivnað, mentan og hentleikar í bygdini.

Leirvík hevur eitt virkið mentunar- og felagslív, og tí hevur heimasíðan ein kalendara, so borgarar og onnur kunnu fáa upplýsingar um tiltøk í bygdini. Sum ein liður í at fáa meiri opinleika í bygdarráðsarbeiðnum liggja fundarskráir og gerðabøkur alment úti, so fólk til eina og hvørja tíð kunnu fylgja við í hvørji mál eru fyri í bygdarráðnum.
Leirvíkar kommuna hevur verið ógvuliga sjónlig í fjølmiðlum seinastu tíðina, og kjakið um vegaføringina í samband við Norðoyatunnilin er ikki hasað av enn. Í hesum sambandi er tað sera týdningarmikið, at eisini bygdarráðið hevur ein miðil at bera fram sína áskoðan viðvíkjandi hesum og øðrum málum. Á henda hátt hava borgarar í kommununi og onnur eitt stað, har tey kunnu fáa meiri at vita um støðuna hjá bygdarráðnum, so tey ikki bert hoyra og síggja tað í miðlunum. Í løtuni er nógv at lesa um málið viðvíkjandi vegaføringini á heimasíðuni.
Heimasíðuloysnin hjá Leirvíkar kommunu er gjørd við heimasíðuskipanini hjá Sansum.