Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leirvíkingar ikki samdir um samanlegging

John William Joensen

Á fundi í bygdarhúsinum í Leirvík gjárkvøldið, sum rættiliga nógv fólk var komið á, kom til sjóndar, at Leirvíkingar ikki eru eins samdir og Gøtumenn um samanlegging

Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvíkar Kommunu, segði í sínum innleggi, at orsøkin til at Leirvíkar Kommuna hevði valt at samstarva við Gøtu var, at kommunurnar vóru sera eins. Harafturat segði hon, at kommunurnar hava samstarvað í fleiri ár, og at hetta samstarv hevði verið gevandi.
– Vit hava havt eitt sera gott samstarv við Gøtu, og við at samskipa íløgurnar í báðum kommununum eri eg sannførd um, at vit fáa meira burtur úr.

Eymir spurningar
Men hóast borgarstjórin og bygdaráði í Leirvík eru fyri at leggja saman við Gøtu, so føla nógvir Leirvíkingar, at alt ikki er gott við samanleggingini.
M.a. verður kommunuskrivstovan flutt úr Leirvík til Norðagøtu. Fórt var eisini fram at av tí fleiri veljarar verða úr Gøtu roknaðu onkur seg fram til at tað at Leirvík fór at sita eftir við fýra kommunustýrislimum og Gøta far fimm limir. 
Fótbóltsvøllurin í Leirvík líkur ikki nýggjastu UEFA krøvini og borgarstjórin í Leirvíkar Kommunu greiddi frá, at tað verða ikki gjørdar íløgur í fótbóltsvøll í báðum bygdunum.
– Um LÍF kemur upp í Formuladeildina verður heimavøllurin hjá LÍF í Norðagøtu, segði borgarstjórin m.a.
Tað verður tó vantandi meiriluti fyri samanlegging á fólkaatkvøðuni, men bygdarráðslimirnir í Leirvíkar bygdarráði løgdu dent á at einki var avgjørt, tí teir merktu, at fólk vóru ikki heilt sannførd um hvat rættast var at gera.

Meira um borgarafundin í Leirvík í blaðnum hesa vikuna.