Eftir at klaksvíkingurin Karstin Joensen tey seinastu kappingarárini hevur vart málið hjá leirvíkingum í 2. deild, er nú vent í holuni, tí umframt at Kartin er afturkomin, er ein leirvíkingur komin við yvirum til KÍ at leika.
Navnið á leirvíkinginum, sum nú venur við KÍ, er væl kent millum leirvíkingar, tí hann hevur klárað seg væl á LÍF-liðnum í 2. deild.
Spennandi verður at fylgja Kristiani í Vági í KÍ.
Norðlýsið fer tær komandi vikurnar at fylgja gongdini við venjingunum og hópinum hjá KÍ, sum nú er farið undir at fyrireika seg til kappingarárið 2003.




