Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LEIRVÍKSVEGURIN

John William Joensen

11. oktober 2007 legði Sjálvstýrisflokkurin uppskot á tingborð um Leirvíksvegin.

Hansara tilmælið var, at vegurin skuldi leggjast omanfyri bygdina. Málið var viðgjørt í vinnunevnd løgtingsins, og táið løgmaður skrivaði val út hoskvøldið 6. desember, lá hetta minnilutaálitið eftir í nevndini, búgvið at taka støðu til á einum av fyrstkomandi tingfundunum, um ikki støðan var broytt so grundleggjandi, at Tingið samsvarandi siðvenju misti sítt virkisførið, í somu løtu Jóannes Eidesgaard hevði latið tí sína fráboðan um val 19. januar 2008. Álitið frá minnilutanum Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen er soljóðandi:

Ein minniluti í nevndini (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) tekur ikki undir við uppskotinum og vísir til støðuna, sum sami minniluti hevði saman við Alfred Olsen, táverandi vinnunevndarlimi, tá ið málið var til viðgerðar seinast.

Málið er líka gamalt sum fyrireikingarnar til Norðoyatunnilin. Rættari er kanska at staðfesta, at málið er ringasta hugsandi avleiðingin av ófullkomnum fyrireikingum, tá ið stórar verkætlanir verða settar ígongd, og menn bara hugsa um sínar egnu fyrimunir, ímeðan avleidda ávirkanin hjá eini heilari bygd liggur óloyst eftir í allari verkætlanini.

Málið er nú alkent. Tað hevur verið ígjøgnum landspolitisku skipanina fleiri ferðir og hevur verið vent og snarað óteljandi ferðir í fjølmiðlunum, á borgarafundum í Leirvík og sjálvandi eisini í Leirvíkar Bygdarráð. Breið semja var frá byrjanini um, at politiska skipanin skuldi fylgja tilráðingini frá bygdarráðnum. Skáksiglingin hjá Vinnumálaráðnum og samgonguni hevur tó verið so trupul at fylgd, og hevur ørkymlað málið so oftani, at bygdarráðið hevur ikki havt ein kjans fyri at virka objektivt í mun til trýstið og skiftandi karmarnar, sum myndugleikarnir hava sett upp í málinum.

Tað seinasta, sum hendi í málinum, var, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, hin 19. apríl 2006 legði uppskot fyri tingið, har mælt varð til, at vegurin skuldi ganga ígjøgnum bygdina, og at hendan verkætlanin í mesta lagi skuldi kosta 40 milliónir krónur. Vit mæltu tá, saman við Alfredi Olsen, at frægasta loysnin var at knýta uppskotnu vegaføringina saman við eini lokarennu niðan fyri bygdina. 17 tingmenn atkvøddu ímóti og 14 fyri broytingaruppskotinum við 2. viðgerð. Við 3. viðgerð royndu vit á øðrum sinni at seta sama uppskotið fram aftur. Hesa ferð vóru uppskotsstillararnir vorðnir fleiri, tá ið Bill Justinussen og Kári P. Højgaard formelt stuðlaðu broytingaruppskotinum. Tað fall eisini. Við 17 atkvøðum ímóti og 13 atkvøðum fyri broytingaruppskotinum. Harvið fekk landsstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum sín vilja, sum var gerð av vegi niðan fyri bygdina við ongari lokarennu.

Síðani hendir lítið og einki í málinum, fyrrenn ein av monnunum aftan fyri seinasta broytingaruppskotið um vegaføring við lokarennu leggur uppskot fyri tingið, um at sleppa tí samtyktu loysnini um vegaføring niðan fyri bygdina. Hetta hendir, tá ið Kári P. Højgaard hin 11. oktober 2007 leggur uppskot fram um at broyta lógina soleiðis, at vegaføringin nú skal vera oman fyri bygdina. Hvør orsøkin til hetta hamskiftið er, veit eingin ella onkur, men staðfestast kann, at hetta er uppskotið hjá Kjartani Joensen, tá ið málið seinast var til viðgerðar, og tá fekk júst sama uppskotið 1 atkvøðu í tinginum. 1 atkvøða var blonk, ímeðan 29 tingmenn atkvøddu ímóti.

Í vinnunevndini fingu vit at vita hesa ferð, at tað finst bara ein loysn, sum at kalla allir leirvíkingar kunnu semjast um, og tað er gamla uppskotið, sum Heidi Petersen, Tórbjørn Jacobsen og Alfred Olsen settu fram, og sum var felt 3. mai 2006.

Samsvarandi hesum setir hesin minnilutin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

1) § 1 verður orðað soleiðis: “Landsstýrismanninum verður heimilað at seta neyðug arbeiði í verk at staðfesta veruliga kostnaðin bæði av eini vegaføring við lokarennu niðan fyri Leirvík og einum vegi við tilhoyrandi rundkoyringum frá verandi landsvegi sunnan fyri tuinnilsmunnan á Leirvíkstunlinum yvir til tilkoyringarvegin til Norðoyartunnilin. Vegaføringin skal, annaðhvørt talan verður um veg við lokarennu ella ikki, leggjast gjørgnum Leirvíkar bygd eftir verandi vegi, oman fyri virkini á havnarlagnum.”

Harleywoodpaint