Er tað í lagi at siga, at fólk bera brek – ella hvussu skulu vit orða okkum?
Er tað í lagi at siga, at fólk bera brek – ella hvussu skulu vit orða okkum?
Á pallborðsfundi sum verður á Klaksvíkar bókasavni í kvøld klokkan 19 til 21, verður tosað um evnið “Ber orðið brek?”
Viðgjørdur verður spurningurin, hvønn týdning tað hevur, hvussu vit orða okkum um fólk ið bera brek.
“Ætlanin við pallborðsfundinum er at fáa eitt kjak um orðið “brek”, og um møguleiki er at finna eitt nýtt orð fyri hetta orðið,” siga MBF, sum fyrireikar fundin.
Luttakarar við pallborðið verða:
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna
Katrin Næs, málráðið
Martin Johannesen, skrivstovumaður
Sigrun Wardum, forkvinna í Javna
Øssur Winthereig, journalistur
Tóra við Keldu, forkvinna í MBF verður orðstýrari.




