Karl Johansen, politistur sigur, at sunnukvøldið varð leiting sett í gongd eftir einum manni, ið var saknaður.
Fólkini, maður og kona vóru farin ein gongutúr í góðveðrinum. Farið var niðan Torvadal og oman Hellisdal og hagani yvir á vøtnini á Hálsinum við Lishøvda.
Her settust tey at eta og avgjørdu síðani at konan skuldi fara aftur til hús, ímeðan maðurin ætlaði eitt rend yvir til húsið í Barmi, nú hann var komin so langt.
Men konan hevði bert gingið stutt tá hon viltist. Veðrið var tó gott og hon hevði fartelefon uppi á sær og kundi halda seg í samband við tey heima. Hon hevði roknað við at maðurin kom aftaná. Men tá hann ikki kom, byrjaði hon at blíva bangin um hann og segði teimum heima at hon hevði mist mannin burtur.
Yvir telefonina boðaði hon frá at hon fór at koma oman Gravardal nakað skjótt og bað tey koma eftir sær. Men eftir langa bíðitíð fóru tey at ótolnast og tá avtornaði, kom konan til Árnafjarðar.
Tá var farið at leita við tyrlu, eins og boð vóru send eftir eini 30-40 monnum, sum vóru klárir at fara at leita.
Karl Johansen, politistur, sum sjálvur annar var í tyrlini, saman við staðkendum manni, umframt tyrlumanningini sjálvandi sigur, at teir fyrst leitaðu fram við Borðoyarvík, inn í Torvadal fram við fjallasíðuni nakað niðan í Skúvadal. Her var so tjúkt í mjørka, at ikki var ráðiligt at fara tvørtur um fjallið har og var tí farið suður um og síðani inn á Árnfjarðarvík, har flogið var inn í Hellisdal, síðani framvið Lishøvda omanfyri Barsskor og síðani niðan móti húsinum í Barmi.
Tá teir komu framat húsinum, sóu teir mannin stutt omanfyri húsið.
Karl Johansen sigur víðari at hann metir, at funnu teir ikki mannin tá, hevði ikki borið til at leitað longur niðan, tí mjørkin var so tjúkkur.
Maðurin segði, at hann ætlaði at fylgja ánni niðan á fjallið, fyri síðani at fara tvørturum og oman hinumegin. Men Karl Johansen metir, at hetta hevði verið sera trupult hjá honum, tí fjallið er sera slætt og breitt omanfyri Barm, so lítið sannlíkt hevði verið, at tað hevði borið honum til at finna heimaftur.
Søgan endaði gott og bæði maður og kona komu til hús í øllum góðum.
Karl Johansen sigur eisini, at tað var sera forvitnisligt hjá sær at síggja hvussu væl nýggja tyrlan hjá Atlantic Airways er egna til slíkar leitingar. Hon hevur nevniliga ein radara, ið sær mun á ymiskum hita. Eg haldi at eg ongantíð áður havi sæð so nógvar harur, sum eg sá á radaranum hjá tyrluni í mjørkanum hendan dagin. Annars sigur Karl Johansen, at teir á politistøðini taka hesa leitingina sum eina venjing og tað gjørdi tyrlumanningin eisini.




