Tey flestu av okkum leita eftir eydnusemi. Vit lesa blaðgreinar, sum skulu læra okkum at gerast eydnusom og vit lurta eftir fyrilestrum, sum skulu vísa okkum vegin til eydnuna. Bøkur um eydnu verða skræddar niður av bókahillununum og sølan av eydnubollum bara vaksur. Hví eru vit ikki so eydnusom, sum vit vilja verða?
Tey flestu av okkum leita eftir eydnusemi. Vit lesa blaðgreinar, sum skulu læra okkum at gerast eydnusom og vit lurta eftir fyrilestrum, sum skulu vísa okkum vegin til eydnuna. Bøkur um eydnu verða skræddar niður av bókahillununum og sølan av eydnubollum bara vaksur. Hví eru vit ikki so eydnusom, sum vit vilja verða?
Okkurt liggur í andsøgn, tá vit tosað um orðið eydnu. Tí meðan vit øll leita eftir henni, so er sølan av eydnubollum vaksandi og bókafeløg megna so dánt at fylgja við eftirspurninginum av sjálvhjálpar-bókum, sum skulu vísa okkum vegin til eydnuna. Vit vilja hava eydnuna og vit leita eftir henni við øllum amboðum, sum vit finna. Vit vilja hava eydnuna allastaðni; til arbeiðis, heima við hús og saman við vinfólkunum. Tí vit hava rætt til at verða eydnusom. Kanska er tað enntá okkara skylda at liva eitt eydnusamt lív.
Ella hvat?
Darrin M. McMahon er amerikanskur professari í søgu og rithøvundur av bókini Happiness: A History (Atlantic Monthly Books, 2006). Hann hevur fyri stuttum skrivað eina blaðgrein til amerikanska blaðið YES Magazine, har hann millum annað kemur inn á áðurnevnda spurning. Darrin hevur kannað í eydnu-hugtakinum og sambært honum er okkurt, sum bendir á, at vit hava gloymt okkurt sera virðismikið í fortíðini.
Um vit leita aftur til gamla Grikkaland fyri eitt sindur meira enn 2000 árum síðani, so segði hugspekingurin Aristoteles einaferð, at: eydnan er eitt lív, sum er livað í samráð við virði. Tað vil við øðrum orðum siga, at eitt eydnusamt lív kemur saman við einum líkinda lívið. Júst hendan orðingin gongur aftur, tá vit leita í gomlum tekstum. Eydnan er sostatt ikki nakað, ið tú skal leita eftir. Hon kemur, tá tú livir eitt gott og líkinda lív, har tú ert rættvís mótvegis tær sjálvum og teimum, sum eru rundan um teg.
Eydnan varð tá máld í lívsmálum – ikki í nøkrum, sum kundi hugnema teg frá degi til dags ella frá løtu til løtu.
Gjøgnum árini er hetta tó broytt munandi. Seinast í 1700 – talinum sigur enski hugspekingurin John Locke, at “business of man is to be happy”. Tað vil siga, at endamálið hjá einum manni var at verða eydnusamur. Hetta var beint eftir fronsku kollveltingina og í eini tíð, har fá høvdu valdið, peningin og møguleikarnar – meðan flest onnur máttu liva eitt vesaligt lív uttan vón um nakað betri.
Hetta broyttist tó og sum orðingin hjá John Locke eisini sigur, so gjørdist tað ein rættur hjá øllum at verða eydnusom. Øll skuldu hava loyvi til at stremba eftir meira heldur enn bara at lúta við høvdinum og finna seg í øllum, sum kom uttanifrá.
Tá var tað helst gott, at stættasamfelagið fekk ein á vangan og at vit gjøgnum 1800 – og 1900 – talið fingu skift møguleikarnir og ríkidømi meira javnt millum fólkið. Í øllum førum í vesturheiminum. Men hugburðurin um, at øll hava rætt til eydnusemi, hevur eisini broytt seg munandi gjøgnum árini, greiðir Darrin M. McHahon frá í blaðgrein síni.
Tí knappliga er eydnan nakað, sum tú kanst fanga. Tað snýr seg ikki um at liva eitt gott og rættvíst lív longu. Nei, eydnan bíðar handan næsta hornið og kann gerast tín, um tú vilt hava hana nóg nógv. Eydnan er ein kensla, ið tú sjálv kanst náa og uppliva í løtuni heldur enn nakað, sum kemur yvir tíð við einum góðum og rættvísum lívið.
– Men vit kunnu jú ikki altíð merkja góðu løtuna. Vit kunnu ikki altíð vera eydnusom. Tað haldi eg heldur ikki, at vit skulu. Hugsanin um, at eydnan er nakað, ið tú kanst náa heilt uttan løtur við óeydnusemi, sorg og mótstøðu er púra utopi, sigur McMahon víðari í greinini.
Tí trupulleikin er, at gomlu grikkarnir høvdu rætt. Øll gransking sigur aftur og aftur, at tey mest eydnusomu eru tey, sum gera nakað fyri onnur. Fólk, sum gera mun við lívinum, sum tey liva. Júst sum gamli Aristoteles segði fyri fleiri túsund árum síðani. Tí um vit brúka alla okkara tíð til at leita eftir eydnuni, at veiða hana, smakka hana og ivast í, um vit nú eisini hava funnið hana – ja, so endar tað helst við, at vit ongantíð verða heilt eydnusom.
Kelda: www.yesmagazine.org og www.oestrogen.dk




