Norðoyatunnilin hevur bert eina rørleiðing og tí er talan um ein álvarsligan trupulleika, sigur Norðoyatunnilin í tíðindaskrivi í nátt.
Neyðskipan skal tryggja ferðsluna komandi dagarnar, nú hol er komið á rørið, sum pumpar vatn úr uppsamlingarbrunninum á botninum í Norðoyartunnilinum.
Í sambandi við dagliga eftirlitið av Norðoyartunlinum, var ídag komið frammá, at ov nógv vatn var í uppsamlingarbrunninum á botninum. Eftir nærri kanningar, varð funnið fram til, at ikki líka nógv vatn varð pumpað út, sum lak í brunnin. Tí kundi staðfestast, at hol var á rørinum, sum gongur úr botninum á tunlinum og út til munnan.
Úr Norra skulu fáast eykalutir til rørleiðingina. Hesir koma eftir ætlan til landið ímorgin Skírisdag.
Væntast kann órógv á ferðsluni í sambandi við umvælingina. Ferðslan verður leidd ígjøgnum tunnilin eftir avtalu við løgregluna.
Tunnilin hevur bert eina rørleiðing og tí er talan um ein álvarsligan trupulleika. Tilbúgvingarskipanir felagsins hava verið gjøgnumhugdar fyri stuttari tíð síðani, ísambandi við streymslitið av ódnini í januar/februar og tá var júst henda støða, sum er íkomin, viðgjørd. Nevndin samtykti tá, at fara undir at endurskoða allar tilbúgvingarskipanir felagsins. Hetta arbeiði er í gongd. Verandi tilbúgvingarskipanir fylgja vanligum standardum á økinum.
Vegna Norðoyartunnilin pf.
Bergur í Garði
Nevndarformaður




