Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leki í Norðoyatunnlinum

John William Joensen

Fyri tveimum tímum síðan var staðfest at meira vatn skuldi pumpast út úr tunnlinum enn vanligt og mistanki er um ein leka á vatnleiðingini

Uni Danielsen stjóri fyri Vága- og Norðoyatunnilin sigur at mistanki er um at leki er komið eitt av rørunum, sum gongur út úr tunnlinum.

– Fyri umleið tveimum tímum siðani skrásetti skipanin at mongdin av vatni, sum pupuskipanin skuldi pumpa úr brunninum, var størri enn vanligt og tí eru teknikarar nú í ferð við at kann vatnleiðingina.

– Feilurin er eftir øllum at døma hendur seinrapartin.

– Hettar ávirkar tó ikki ferðsluna í Norðoyatunnlinum og í løtuni arbeiða vit við at finna feilin.