Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leki staðfestur í lensirørunum í Norðoyatunlinum

Oliver Joensen

Uni Danielsen, stjóri í Norðoyatunlinum sigur, at leki er staðfestur í lensirørunum í kvøld og at skerpað vakt verður í tunlinum í nátt.

Vit hava havt ætlanir um at kanna alla rørskipanina, síðani vit høvdu fyrsta lekan í lensirørskipanini í Norðoyatunlinum, men nú fingu vit aftur ein leka áðrenn vit vóru komnir ígongd við kanningarnar.
Lekin, sum í kvøld er staðfestur, er ikki størri enn so, at nøktandi av lensivatni rennur úr Norðoyatunlinum og út á sjógv í Lorvíkfirði. Tað vil siga, at vit halda væl lens, hóast vit fáa ov nógv omanaftur í brunnin. Fyribils fer hetta ikki at órógva ferðsluna, men sjálvandi, tá vit fara at grava niður á lekan, so verður ferðslan tarnað nakað.
Hetta kemur okkum illa við at fáa tveir lekar á skipanina við so stuttum millumbili. So vítt eg veit, so hevur hesin trupulleikin ikki verið í Vágatunlinum sigur Uni Danielsen, so hetta krevur at vit fara at gera eina gjølligari kanning, sum vit vóru um at seta í gongd, nú annar lekin í Norðoyatunlinum kom.