Forkunnug konsert við ”ársins songkvinnu” verður í Vestmanna hóskvøldið 4. juni.
Føroyska songkvinnan Lena Andersen spælir hóskvøldið klokkan 20 á Staðnum. Við sær hevur hon Niclas Johannesen á guitar, og fer hon at spæla egið tilfar – nógv kent og okkurt heilt nýtt.
Lena gav í 2007 út fløguna Let Your Scars Dance, sum varð kosin ”Ársins Fløga” á bæði Planet Awards og av Dimmalætting, og Lena vann í fjør heiðurin sum ”ársins songkvinna”. Let Your Scars Dance er nú útgivin í Danmark og heitislagið hevur verið at hoyrt regluliga í donskum útvarpi seinastu vikurnar.
Seinni í summar fer Lena at spæla á fleiri festivalum – teirra millum Við Múrin, saman við Niclasi, og á G! Festivalinum, har hon fer at hava bólk við sær. Men fyrst verður høvi at hoyra Lenu spæla og syngja nú hóskvøldið í Vestmanna.




