Hann var sum borin til tað verk, har fedrar undan førdu, har evnir góð og hondin sterk, úr stáli undur gjørdu.
17. juli 1935 – 22. des. 2016
Nú hamarsløg ei hoyrast hvøll,
ei jørn meir nerta stiðjan,
nú kvirr har stendur smiðjuhøll,
nú Leo fór um liðan.
Hann var sum borin til tað verk,
har fedrar undan førdu,
har evnir góð og hondin sterk
úr stáli undur gjørdu.
Eitt hakagrev, eitt eggjarn hvast,
úr eldi skap sítt fingu,
alt smíðað var við skund og hast,
í meðan hamrar gingu.
Nú hamarsløg ei hoyrast meir,
nú stiðin er tær varðin,
har hamrar hvíla stillir fleir,
nú smiðurin er farin
Nú Leo fór um evsta lið,
har fedrar undan gingu,
at leita upp hin halga frið,
sum eftir lív teir fingu.
Ein vísur maður farin er,
í orðum og í huga,
so stillførur í sini ger,
har alt hann mundi duga.
Eig tøkk for tað, tú okkum vart
tá orð vit áttu saman,
tá tú við klinku okkar nart
til álvara og gaman.
Nú smíðar tú á øðrum stað,
nú eftir stendur stiði,
nú tagnað er títt hamarslag.
Vár vinur: HVÍL Í FRIÐI !
pmp




