– Tað er eingin loyna at eg eri sera skuffaður av at eg ikki havi fingið meiri spælitíð á KÍ liðnum og tí havi eg avgjørt at fara tí ÍF, sigur Leon Bjartalíð
Tað er ikki nøktandi fyri meg at sita á beinkinum og verða millum lítið og einki brúktur.
– Eg havi tosað við KÍ venjaran um mína støðu og hann var keddur um avgerð mína.
– Hann segði seg verða skuffaðan av at eg nú fari frá KÍ, men hann dugdi eisini at síggja málið frá mínari síðu og ynskti mær góða eydnu í ÍF.
– Fyri meg sum fótbóltsleikara er tað als ikki nøktandi at sita á beinkinum og tí havi eg gjørt av at fara til ÍF.
– Tað er sjálvandi sera keðiligt at fara frá KÍ, tí eg havi bara gott at bera øllum her, men sum sagt haldi eg at hetta er tað rætta fyri meg sum fótlbóltsspælara.
Leon Bjartalíð verður tí ikki við í KÍ hópinum sum í dag skal spæla móti GÍ. Hann byrjar at venja við ÍF longu mánadagin.




