Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leopardsnigil/tikarasnigil av Kósini

Oliver Joensen

 Tá Elin Heinesen, á Bakkanum í Klaksvík var ein gongutúr á Kósini í morgun, gjørdist hon varðug við henda “vakra” snigilin á gongubreytini.

Nú heystið av álvara kom og vætan og fukturin við, er háðarstíð hjá snigilinum. Vanliga er tað Iberiasniligin ella morðsnigilin við leggja merki til, men hesin Boasnigilin ella leopard- ella tikarasnigilin er ikki so vanligur.

Leopardsnigilin gerst stórur, hesin, sum Elin Heinesen fann í morgun strekti seg til 12 centimetrar tá vit sóu hann longstan at vera, men hann kann blíva upp til 20 sentimetrar.

Sagt verður, at hetta er fíggindi morðsniglanna. Hann etur eggini hjá morðsnigilinum verður sagt og onkustaðni verður hildið uppá at hann etur morðsniglarnar. Um hetta er rætti vakthundurin at hava í hávanum eru kennarar eitt sindur í iva um. Tó verður sagt, at tigarasnigilin er ikki vegetar uttan so at hann er rættuliga svangur, so hann fer ikki illa við plantunum í hávunum. Tað verður sagt, at honum dámar væl hundaland og rotnar planturestir – og so verður sagt, at honum dámar væl at krúpa inn í kjallarar!!!