Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lesandi og teirra skattaviðurskifti í summarfrítíðini

Hannefíða Joensen

Nú styttist av álvara til summarfrítíðina, tá ið nógv lesandi fáa sær eitt fyribils starv í eitt avmarkað tíðarskeið. Í hesum tíðarskeiði er týdningarmikið hjá teimum lesandi at geva sær far um síni skattaviðurskifti.

Nú styttist av álvara til summarfrítíðina, tá ið nógv lesandi fáa sær eitt fyribils starv í eitt avmarkað tíðarskeið. Í hesum tíðarskeiði er týdningarmikið hjá teimum lesandi at geva sær far um síni skattaviðurskifti.

Lesandi uttanlands, ið koma heim at arbeiða í summarfrítíðini, skulu skjótast gjørligt boða TAKS frá, um p-talið skal gerast virkið. Hetta skal gerast, tá tú veitst á leið, nær tú verður heima. Um p-talið ikki verður gjørt virkið, kanst tú ikki fáa løn útgoldna.

Um tú sum lesandi søkir um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum, verður tú skrásettur við fríkorti. Tað merkir, at um tú til dømis kemur heim í summarfrítíðini at arbeiða, eru tær fyrstu kr. 30.000, tú vinnur, skattafríar. Fríkortið er tað sama sum botnfrádrátturin í kommunuskattinum. Um tú vinnur meira enn botnfrádráttin, verður skattur goldin av inntøkuni, sum fer upp um botnfrádráttin.

Lesandi í Føroyum hava sama møguleika sum lesandi uttanlands at fáa sær eitt fríkort, um tey bert arbeiða partar av árininum, har inntøkan er á leið kr. 30.000.

Fríkortið er kortini ikki galdandi fyri øll starvspláss. Uttan mun til um tú ert lesandi í Føroyum ella uttanlands, so ber ikki til at fáa fríkort, um tú fert umborð á skip, sum eru skrásett undir FAS skipanini. Hýra frá skipum skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá (FAS) verður skattað við føstum skattaprosenti uppá 35%, uttan mun til, hvussu nógvan pening, tú hevur vunnið.

Søk um fulla skattskyldu í Føroyum: (http://www.taks.fo/documents/00169.pdf)

Meira um skattaviðurskifti hjá lesandi her (http://www.taks.fo/00004/01205/01253/)