Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lesarabræv: Hví skal SVF kosta so nógv ?

John William Joensen

So fingu vit rokningina fyri Kringvarpsgjald. Nógv at gjalda serliga nú, ið so lítið spennandi er at frætta í miðlunum.

Vit sum hava parabol hava sæð meginpartin av sendingunum áður frá øllum møguligum kanalum, mest frá Danmark. Vit tíma ikki at síggja  alt umaftur í SVF. Hví skal tað kosta so nógv?
Dagur og vika við hendingum úr Føroyum og kjaksendingin er í grundini tað einasta, sum vit áttu at goldið fyri og so sendingarnar hjá Sakarisi. Alt hitt er endursendingar, sum tað undan vaðingini ella okkurt annað gamalt, sum vit hava goldið fyri fyrr.
Tað er eisini hugstoytt, at dagur og vika einki spennandi hevur longur um útlendingar í Føroyum og um Lítla Petur og um flakakvinnurnar í Vágum. Tað vóru so spennandi sendingar. Vónandi fara vit at síggja meira av tí í framtíðini sjálvt um tað nú er ein annar landsstýrismaður sum er í Tinganesi.

Takk fyri upptøkuna
J. Rasmussen