Um javnaðarflokkurin vil bøta uppá tann skaða, sum gjørdur er úti um landið, har fólkatalið minkar, samstundis sum formaður flokksins sigur at einasta bjargingin er at stovnseta førleikakrevjandi arbeiðspláss í útjaðaranum, so hevur flokkurin nú møguleikan.
Talan er eitt nú um palliativa viðgerð. Vit hava tvey vælvirkandi smærri sjúkrahús úti í økjunum, har henda uppgávan hevði verið púra nattúrlig hjá vælkvalifiseraðum fólki at veita deyðasjúkum fólki, sum eingin vón er fyri linna og hjálp teirra seinastu tíð.
Somuleiðis er støðan uppløgd, tá Apoteksverkið nú skal undir at framleiða einfaldan heiluvág til útflutnings. Vit hava smærri vælvirkandi apotek úti í økjunum, har lítið skal til av peningi at gera tey klár til slíka framleiðslu.
Í báðum førum krevjast fólk við ávísum førleika. Nú upp undir eitt lagnuval, kanska serliga fyri javnaðarflokkin, er lagað manni at stovnseta førleikakrevjandi arbeiðspláss í útjaðaranum.
Framhaldandi at insistera uppá, at eitt ovurdýrt landssjúkrahús, sum vit eiga at seta krøv til, skal nýtast til t.d. bróstskanningar, linna til deyðasjúkar sjúklingar, sum eingin vón er fyri, og sum hava krav uppá linna og hjálp, troyst og at seinasta tíðin í lívinum skal vera so behagilig og human sum møguligt bæði fyri sjúklingin og tey avvarðandi, kann neyvan vera rætt og er partvís misnýtsla av resursum.
Sama er galdandi tá talan er um møguligar vaksinasjónir móti onkrari undarligari og sera sjáldsamari sjúku. Her eiga vit at seta nógv hægri krøv og hava størri forvæntningar til landssjúkrahúsið.
Nú hevur javnaðarflokkurin, sum situr við hesum málum , møguleikan, men spurningurin er, um hann hevur viljan til størv úti um landið ?
Jógvan Petersen




