Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lesarabræv: Nýggja el-veitingarskipan, takk!

John William Joensen

Viðvíkjandi orkuspurninginum í Føroyum, og hetta at orða ein orkupolitikk á økinum, so snýr tað seg einfalt um hetta at dagføra lógirnar, soleiðis at kappingarførið er tryggjað.

Vinnulív og fólk annars hava krav upp á, at teir fólkavaldu taka seg saman, uttan drál og uttanumtos, og geva Føroya fólki eina dagførda el-veitingarlóg á sama støði sum í okkara grannalondum, og ikki verri enn hana, sum er galdandi í Danmark, ið vit eru í ríkisfelagsskapi við, og sum liggur millum fremstu lond á økinum.
Til lesaran kann eg upplýsa, at har hevur Fólkatingið tikið avger um at skilja sjálvt el-netið frá veitarunum, og gera tað til eina sjálvstøðuga eind, so at fleiri veitarar fáa atgongd til at levera streym undir javnbjóðis sømdum, um hann so er frá dagsljósi, sólorku, vindi ella vatni. Við tí gomlu skipan, vit hava her á landi, koma vit ikki víðari.
Málið hevur skund.

Oddmar Juul Samuelsen
 

Harleyfacadeacryl