Fyri 104 árum síðani lýsti annar av Áarstovubrøðrunum, samhaldsfestið okkara – soleiðis:
"Saman at halda varð ei okkum givið,
tí er so lítið burturúr her blivið,
tí enn vit tala,men ov lítið gera.
Samhald má vera.
Stóðu vit saman Føroya synir sterku,
kundu vit útint mangt eitt roysnisverkið,
kundu vit frama ført til Føroyalandið;
saman tí standi! "
1872 vóru allar Norðoyggjar ein kommuna – "Norðoya prestagjalds kommuna" .1908 vórðu allar bygdirnar eystan Múla, ein kommuna .
Seinni fóru Svínoy og Fugloy burturúr .Viðareiði & Hvannasund vóru saman til 1950 – tá tær eisini tóku sundur.
Fyri umleið 15 árum síðani,vendi so rákið.
Nógv sóu, at skuldi verunligur framburður fremjast – so mátti sundurlindið víkja.
Nú eru vit komin hartil, at politiski mynduleikin hevur sett deadline á – Um ikki kommunustýrini sjálvboðin finna útav at leggja saman – Nú .
Verður tað gjørt innan 2 ár – við lóg.
Hjá Hvannasunds kommunu er hetta tí seinasti møguleiki , at leggja saman, eftir einum skipaðum leisti .
Við samanleggingar sáttmála – Aftur til upprunan "Norðoya kommuna"
Fellur hetta uppleggið – verða vit um 2 ár , samanklamsaði – við ongum sáttmála og ongum treytum.
Ellisheimið verður heilt víst ikki bygt í okkara núverandi kommunu.Og nógv av lyftunum í faldarnum, verða tá ikki framd, í okkara kommunu.
Hugsi tykkum tí væl um, áðrenn tit tveita hetta fyri bakka.
Aftur vendist ikki.
Vinarliga
Absalon í Buð




