Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lesarabræv: Skal Føroya Banki seljast – skal tað ikki ganga út yvir kappingina á øðrum økjum!

Hannefía Joensen

-um nakað er í tí ella ikki, skal ein søla ikki beina fyri kappingini á tryggingarøkinum

Nú nógv er komið undan kavi, og vit ikki rættiliga kunnu skyna á, hvat er eftirfarandi ella ikki, so eru tað kortini onkrir ivar, sum eiga at fáast uppá pláss.

Sjálvur eri eg av teirri fatan – eftir at hava starvast á Kalli seinastu 5 árini, at skulu vit bara droyma um nakra veruliga kapping innan eitt nú tryggingar- og teleøkið, er tað ein skylda hjá okkara politiska myndugleika at skipað soleiðis fyri, at lív verður hildið í teirri kapping, sum er komin á økjunum.

Tryggingin skal IKKI keypa!
Tað átti ikki at verði neyðugt at komi við eini viðmerking sum hesari, men tá eg hoyrdi um, at Tryggingarfelagið Føroyar, saman við øðrum, var ein møguligur keypari av parti av bankanum, fór tað mær kalt oman eftir rygginum.

Føroya Banki eigur P/f Trygd, og er tað veruliga so, at ætlanir eru um, at Tryggingarfelagið Føroyar er við at keypa seg inn í Føroya Banka, er kappingin á tryggingarøkinum farin í søguna – er tað ætlanin??

Eg kann gott minnast, at tá liberaliseringin innan trygginarøkið varð framd á sinni, at tað vóru nógvar kreftir innan Tryggingina frammi, sum royndu at beina fyri hesum, so kanska er hetta ein roynd at fáa gjørt tað soleiðis, at vit nú aftur skulu verða bumbaði aftur í monopoltíðina, tá tað vóru monopolpávarnir, sum settu dagsskránna!
Avgerðin er TYKKARA!

Eg fari heita á okkara politiska myndugleika um, at tit mugu líka steðga á og gera tykkum greitt, hví bankin skal seljast!
Tit hava júst gjørt av, at tað verður ongin søla framd av Føroya Tele í hesum valskeiðnum, so kanska áttu tit líka at steðga á, so allur ivi kannn beinast av vegnum – í sambandi við søluna av Føroya Banka.

Eg taki fult undir við allari liberalisering, men hon skal bara ikki beina fyri kapping á øðrum økjum!

Vinarliga
Fríðálvur Jensen