Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lesarabræv: Tann, ið tegir, samtykkir!

(Norðlýsið – Tíðindi)

Nú kunnu vit ikki tiga longur! Latið okkum ikki bara vera passivar áskoðarar til tað, sum fer fram á politiska pallinum. Komið og gerið vart við okkum. Og latið okkum øll standa saman um at verja samkynd.

Vit heita á teg, um – saman við okkum – at ávirka Løgtingið at samtykkja broytingaruppskotið til revsulógina, soleiðis, at greinin í framtíðini verður soljóðandi:
“§ 266 b. Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse, tro eller seksuelle orientering, straffes med bøde, hæfte eller fængsel indtil 2 år.”
Vit stúra fyri, at uppskotið fellur. Og gera vit ikki vart við okkum nú, eru vit við til at fella uppskotið við okkara tøgn.

Tað tykist vera trupult at fáa ein meiriluta í tinginum at samtykkja uppskotið. Men tað er okkara sannføring, at ein meiriluti av fólkinum í Føroyum er fyri, at vit skulu hava eitt samfelag sum er merkt av tolsemi og virðing fyri øllum – eitt samfelag, har eins stórt rásarúm er fyri allar borgarar.

Tí fara vit við hesum undir at savna inn undirskriftir. Og vit heita á teg um at stuðla tiltakinum við at senda okkum eitt teldubræv til grein266b@hotmail.com (við fullum navni, postnummari, býi/bygd og føðingardegi) ella við at skriva undir seðlar, ið liggja á almennum støðum.

Undirskriftirnar verða handaðar Edmundi Joensen, løgtingsformanni, áðrenn uppskotið fer til endaliga viðgerð í tinginum.


Alda í Ólavsstovu, Birta Biskopstø, Drós í Ólavsstovu, Guðrun Eysturlíð, Ingun Hentze, Jeanette Ellefsen Blåsvær, Karin Dahl og Kristianna Winther Poulsen