Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lesarabræv: Tey kunnu ikki meina tað

John William Joensen

Í vetur og vár, meðan kjakið um býarætlanina og serliga um Gerðabø so av og á er kyknað upp, eru tað sera mong fólk, ið eg eri komin á tal við, sum hava sagt: “Tey kunnu ikki meina tað” ella “Tað kunnu tey ikki gera”, tá talan hevur verið um at byggja á Gerðabø.

Vit fáa okkum ikki til at trúgva, at nakar kann hugsa um at byggja har. Mín viðmerking til hetta noyddist tá at verða: Jú, tað kunnu tey, tíverri og tað ætla tey, tíverri, um ikki fólksins røddir gera vart við, hvussu syrgiligt tað er at missa vakurleikan á Gerðabø.
Nú stendur bøurin í fagrasta blóma – sóljur í hvørjari veit og grasið skyggjandi grønt. Hesar sólardagarnar, sum verið hava, hevur Borðoyavík ligið spegilsblonk og blá – ein sjón so yndisliga vøkur.
Hvussu kann nakar fáa seg til at oyðileggja hana?
Eg haldi, at myndugleikarnir her í býnum skylda okkum borgarum nøkur svar. Tað er ikki nokk at stovna Miðlan, tit mugu eisini miðla ætlanir og politiska viðgerð til borgararnar.
Hvat ætla tit við Gerðabø?
Hvat ætla tit við miðbýnum?
Og Føroya Keypsamtøka skyldar eisini okkum klaksvíkingum nøkur svar:
Hava tit ráð til at særa so nógvar klaksvíkingar við bygging á Gerðabø?
Er tað góð marknaðarføring at ganga á odda við at oyða grøn øki?
Grønur handilsprofilur – ja, tað skal valdast!
Tann 23. juni er seinasta freist hjá borgarunum at koma við viðmerkingum til nýggju býarætlanina. Eg fari at heita á øll, sum hava eina meining um bý okkara, um at gera vart við seg. Tað er líka so skjótt at senda ein teldupost til kommununa, sum tað er at skriva eitt dulnevnt innlegg á kjaktorgið. Latið rødd borgarans vera at hoyra!

Varðveitið Gerðabø!
Nicolina Dahl