Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lesarabræv úr kjaktorginum: Símun Gullaksen – 19. Apr. 2005 17:43: Aðalorðaskiftið um skúlan

John William Joensen

– Øll innleggini frá politikkarum vóru sera láturlig, serliga tá hugsa verður um, at endamálið var at foreldur skuldu hoyrast, skrivar Símun Gullaksen skúlastýrislimur.

Eg varð til fundin í Ósáskúlanum mánakvøldið. Jógvan á Lakjuni hugleiddi og kunnaði, sera áhugavert. Eisini var eg væl nøgdur við fyrilesturin hjá Georg Metz. Hesin seinni hevði ein fyrilestur, sum fekk meg at hugsa eitt sindur øðrvísi umframt at ein kanska dugir betri at síggja tingini meiri breitt og kanska fleiri vinklar. Alt í alt, stendur tað upp til ein hvønn sjálvan, hvat man nú einafer fekk burturúr, men fyri mítt viðkomandi fekk eg nógv burturúr. Avgerðin til at kalla foreldur inn til at kveikja eitt orðaskiftið um skúlan, haldi eg ikki var hóskandi á hesum fundi. Eisini vóru øll innleggini frá politikkarum sera láturlig, serliga tá hugsa verður um, at foreldur skuldu hoyrast, hvat er mest hóskiligt fyri børn okkara. Tað at eggja almenningin í einum slíkum forum, at kjakast um skúlarnir skulu leggjast saman ella ikki, er í realitetinum ein kommunalur avgreiðsluspurningur millum kommunala umsiting og teir báðar skúlastjórarnar í felag. Hetta er eftir mínum tykki ikki nakað fyri okkum foreldur at avgerða. Eisini haldi eg at tá ið Klaksvíkar Kommuna nú so stoltsliga meldar út, at eitt aðalorðaskiftið skal verða um fólkaskúlan, samstundis at vit skulu hyggja hvar eru vit um 5-10 ella 15 ár, so haldið eg at hetta er ov bíligt. Vit hava hoyrt um nýbygging v.m. í fleiri enn 20 ár, fleiri mill. er longu nýttar til projektering av ymiskum loysnum, og nú vil kommunan enn einaferð syrgja fyri at draga eina loysn/íløgu út, vit at kalla tað so fínt sum eitt aðalorðaskiftið.
Eisini varð nevnt at so og so nógvir pengar vóru játtaðir og nýttir til skúlan á Ziskatrøð tey farnu árini og at hesin skuldi verði komin "undir land" í ár. Fakta er, at tann peningur ið nýttur er til skúlan, er einki meiri enn hart tiltrongdar ábøtur, vit hava møguliga fingið ein sjónliga betri skúla, men reint funktionelt er hesin framvegis so langt afturút, bæði tá talan er um serstovur og útgerð tess.
At enda kundi eg líka nevnt, at mentamálaráðið umhugsar, sb. landsstýrismannin at leggja alla fíggjarliga ábyrgd út til kommunurnar at umsita. Hetta er í prinsippinum skilagott og annars skuldi ein slík skipan, um rætt verður borið at, gjørt tað rættuliga nógv betri fyri skúlastjóran at tilrættisleggja tey ymiskum málini.
Takað vit samanum, so haldi eg at kommunan eigur at leita øll projektir og uppskot viðv. skúlabygging tey seinastu 25 árini, hyggja tey eftir, og annars leggja sær í geyma hvussu nógvir peningur er nýttu til slíkt, og annars gerða ein status, sum snøgt sagt sigur:

– Hvat hava vit útint ?
– Hvussu langt eru vit komin ?
– Hvat er tørvurin ?
– Hvussu nøkta vit hendan ?
– Hvussu koma vit hartil ?
– Nær koma vit har til ?


Símun Gullaksen

Harleyfacadeacryl