Aftur í vetur fer Fuglafjarðar bókasavn í holt við at stovna ein lesiring, har vit hittast eina ferð um mánaðin at tosa um eina bók, ið vit hava lisið.
Síðani verður í felag tikin avgerð um hvør bók skal lesast til næstu ferð. Ætlanin er at lesiringurin savnast fyrsta mikukvøld í hvørjum mánaði.
Tá ið tú hevur lisið eina bók, kann tað ofta verða so at tú hevur hug til at tosa um bókina; kanska var tað eitthvørt í bókini sum tú ikki heilt skilti. Tað kann jú verða so ymist hvat vit fáa burturúr at lesa eina bók. Onkur heldur kanska at tey einki hava fingið burturúr at lesa bókina, meðan onnur kunnu hava fingið eina rúgvu burturúr at lesa somu bók.
Tað kann jú eisini verða so, at tann bókin sum tú helt vera so spennandi og góð, ikki fær nøkur serligani góð skoðsmál frá hinum í lesiringinum, og hví so er.
Lesiringurin savnast fyrstu ferð í vetur mikukvøldið tann 9. januar 2008 kl. 20:00, har vit fara at tosa um bókina “Færøblues – drengen med celleoen” eftir Lisbeth Nebelong, ið var og vitjaði í Føroyum fyri stuttum. Bókin kann lánast á bókasavninum, tó verður lánitíðin 14 dagar.
Til ber at melda seg til lesiringin á bokasavn@online.fo ella við at ringja tlf.nr. 73 77 16.
Fuglafjarðar bókasavn




