Brúkaraumboðið sóknast eftir einum lesandi til lestrarstarv. Lesur tú løgfrøði og hevur tú áhuga fyri marknaðarførings- og brúkararætti, kann hetta vera eitt starv fyri teg.
Ynskið er, at umsøkjarar hava staðið 3. ella 4. lestrarhálvu.
Brúkaraumboðið hevur eftirlit við marknaðarføring hjá vinnurekandi. Brúkaraumboðið virkar eisini sum skrivstova hjá leigunevndini.
Arbeiðsuppgávurnar kunnu vera sera ymiskar, alt eftir, hvør tørvurin er í ávísum tíðarskeiðum. Arbeiðsuppgávurnar kunnu m.a. vera:
· lættari málsviðgerð
· avgreiðsla av innlitsumbønum
· dagføring av heimasíðu
· avgreiðsla av skrivligum og munnligum fyrispurningum
Væntandi verður arbeitt millum seks og 12 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin kann lagast eftir lestrinum hjá tí lesandi. Arbeitt verður heiman.
Umsøkjarar eiga at kunna arbeiða sjálvstøðugt, vera miðvísir, til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar og vera stinnir í føroyskum máli.
Meiri frættist um starvið hjá Rannvá Ragnarsdóttir á tele +298 558000 ella á rannva@bruk.fo.
Kunning um Brúkaraumboðið er á www.bruk.fo.
Starvið verður lønt smbrt. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknarfreistin er 2. apríl 2013.
Umsóknir kunnu sendast við vanligum posti til Brúkaraumboðið, Skálatrøð 20, Postrúm 73, 110 Tórshavn ella við telduposti á bruk@bruk.fo.




