Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lestrarstarv hjá MFS

MFS

Meginfelag Føroyskra Studenta søkir eftir nýggjum skrivstovufólki. Arbeiðsupggávurnar verða spennandi og fjøltáttaðar, og tú kemur í stóran mun at arbeiða sjálvstøðugt. Umframt hetta er starvið mennandi, og tú fært innlit í, hvussu ein virkin felagsskapur, sum í høvuðsheitum er drivin av sjálvbodnum lesandi, virkar.

HØVUÐSUPPGÁVURNAR

Arbeiðstíðin er sett til 10 tímar um vikuna. Umframt niðanfyri nevndu arbeiðsuppgávur koma ofta aðrar smærri fyrifallandi uppgávur.

Føstu arbeiðsuppgávurnar eru hesar:

????Dagligt bókhald

????Dagligt samskifti

????Røkt av heimasíðu, umframt teimum sosialu miðlunum í samstarv í ráðs- og nevndarlimir.

????Samskipan av felagslívi fyri/til tey lesandi

????At vera til staðar á skrivstovuni fastar tíðir. Hesar tíðir verða fastlagdar í samráð við nýggja skrivstovufólkið.

FØRLEIKAKRØV

Til starvið krevst at tú hevur miðnámsútbúgving, aðra tilsvarandi útbúgving, ella viðkomandi arbeiðis royndir. Tú skalt eisini duga væl at stava og orða teg á føroyskum. Tað er ein fyrimunur, um tú eisini dugir væl enskt og danskt. Tú skalt helst hava nakað av innliti í, hvussu politiska skipanin í Føroyum virkar, og royndir at umsita roknskap eru eisini ein fyrimunur. Royndir við røkt av heimasíðu eru ikki neyðugar, men eru sjálvandi góðar at hava. Grundleggjandi vitan um lestrarviðurskifti (serliga SU og ÚS) er neyðug, og tað er ein fyrimunur, um tú ert lesandi ella á annan hátt hevur beinleiðis samband við lestrarumhvørvið í gerandisdegnum. Tú noyðist ikki at lúka øll krøvini fyri at søkja.

SETANARVIÐURSKIFTI

Skrivstovufólkið verður lønt sambært lønarsáttmála millum Starvsmannafelagið og fíggjarmálaráðið eftir lønarflokki 2.

UMSÓKN

Umsókn og CV skal sendast til mfs@mfs.fo í seinasta lagi 18. desembur 2015.

SETAN

Tú tekur við starvið 1. januar 2016, ella eftir nærri avtalu.

MEIRA FÆST AT VITA

Við at venda sær til Torstein Jóhannes Fríðfinsson, formann, torsteinjf@gmail.com, +45 52780757, ella við at senda teldupost til mfs@mfs.fo.