Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lestrarstarv í løgtinginum

John William Joensen

Fólkaflokkurin: Seinastu árini hevur sjóneykan verið sett á umstøðurnar hjá teimum lesandi, har millum annað Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) v.m. hevur heitt á politiska myndugleikan at gera nøkur lestrarstørv.

Fólkaflokkurin: Seinastu árini hevur sjóneykan verið sett á umstøðurnar hjá teimum lesandi, har millum annað Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) v.m. hevur heitt á politiska myndugleikan at gera nøkur lestrarstørv. 

Tað hevur ikki bara týdning fyri tann lesandi, sum fær møguleikan at samansjóða bókligu ástøðini við praktiska arbeiðsmarknaðin, men tað hevur týdning fyri víðarimenningina av lestrarumhvørvinum, tí lestrarstørvini gera tað meir áhugavert at lesa í Føroyum. Tað almenna hevur frammanundan lærlingapláss, og hóast lærlingatíðin gongur yvir nøkur ár, átti tað at verið gjørligt í almennnu umsitingini at gjørt nøkur spennandi lestrarstørv. Tað er okkara áheitan til almennu umsitingina.

Men tað nyttar ikki at sita hendur í favn og vænta, at onnur gera lestrarstørvini fyri okkum. Tað er týdningarmikið, at politisku flokkarnir ganga á odda. Vit hava møguleikan at seta lesandi í starv, tí vit hava tørv á skrivarum.

Eisini á hesum økinum ynskir fólkaflokkurin at ganga fremstur.

Vit søkja eftir einum lesandi, sum kann arbeiða tveir dagar um vikuna. Umframt vanligt skrivistovuarbeiði fær tann lesandi innlit í politisk viðurskifti, og hvussu løgtingsarbeiði gongur fyri seg.

Um tað hevur tín áhuga, send umsókn til folkaflokkurin@logting.fo. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 7. mars.