Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lettland er greiður favorittur

Jákup Ósá

Veddingarfyritøkurnar hava Lettland sum greiðan favoritt til landsdystin fríggjakvøldið.

Fríggjakvøldið kl. 19.45 spæla Føroyar landsdyst í fótbólti móti Lettlandi á útivølli. Hóast Føroyar fingu uppibornan javnleik móti Ungarn í fyrsta dystinum í hesi undankappingini, so geva veddingarfyritøkurnar ikki Føroyum stórar møguleikar í næsta dystinum.
Danske spil gevur pengarnar 1,55 ferðir aftur, um ein tippar á Lettland at vinna. Ein javnleikur gevur pengarnar 3,70 ferðir aftur, meðan ein føroyskur sigur gevur pengarnar 6,5 ferðir aftur.