Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Levi ikki undirskrivað við HB – enn

Jákup Ósá

Levi Hanssen sigur, at valið nú stendur millum tvey feløg, men at hann ikki fær sagt stórvegis meir.

Tað ganga annars nógvar søgur um, at HB og Levi Hanssen skulu vera komin ásamt um ein sáttmála. Levi hevur eisini tilboð liggjandi frá núverandi felagnum EB/Streymi, sum vit skrivaðu í gjár. Men sjálvur sigur Levi, at tað nærkast, men at valið nú stendur millum tvey feløg.

– Nú vænti eg ikki, at tað gongur so lang tíð, áðrenn ein støða er tikin. Valið stendur millum tvey feløg, men hvørji tey eru, havi eg ikki hug at siga nakað um. Tað eru ymisk viðurskiftir, ið skulu koma uppá pláss og eg eri ikki einsamallur partur í samráðingunum, sigur Levi Hanssen við Norðlýsið.