Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Levi Joensen 80 ár – Væl eydnaður føðingardagur

Poul Jóhan Djurhuus

80 ára føðingardagshaldið hjá Levi Joensen, sum varð hildið í Betesda leygarkvøldið 12. oktober, eydnaðist væl. Har vóru vinir, kenningar, gamlir skipsfelagar og familja møtt upp í stórum tali. Talurnar vóru nógvar og trivaligar, hóast Bogi Simonsen, sum leiddi kvøldið við harðari hond, legði dent á, at eingin tala skuldu fara út um 5. minuttir.

Poul Jóhan Djurhuus

gjaranes@olivant.fo

Væl eydnaður føðingardagur

80 ára føðingardagshaldið hjá Levi Joensen, sum varð hildið í Betesda leygarkvøldið 12. oktober, eydnaðist væl. Har vóru vinir, kenningar, gamlir skipsfelagar og familja møtt upp í stórum tali. Talurnar vóru nógvar og trivaligar, hóast Bogi Simonsen, sum leiddi kvøldið við harðari hond, legði dent á, at eingin tala skuldu fara út um 5. minuttir.

Levi hevur ikki liva sítt lív í brotum upp á 5. minuttir, og tí verður tað ringt at halda seg til hetta, tá røðast skal um alt, sum Levi hevur fingið upp á loggið. Ikki allir talararnir hildu seg til 5. minuttir – tað skilji eg væl!

Levi hevur glett seg sum eitt barn til hesa løtuna, og tað var eyðsæð, har sum hann sæt undir liðini á Grethu, at hann neyt at heilsa uppá og hoyra góð orð frá fólki, sum hann hevur møtt á leiðini – og tey eru ikki so fá!

Nógvur sangur var at hoyra. Bæði sangkórið í Betesda, 17 sangarar, Vitin og ein trio við Dávur Winther, fylti kvøldið við góðum sangi.

Tey, sum ynsktu at bera fram eina heilsan, skuldu seta seg á ein lista, sum Bogi hevði skil á, og listin varð langur beinanvegin! Tað var óivað rætt, at Bogi hótti við 5. minuttum, tí annars høvdu vit sitið til langt út á morgunin.

Svigardótturin, Ann-Mari, hevði eina pena heilsan til svigarpápan, samstundis sum hon læs upp eina heilsan frá manni sínum, Rógva, sum tíverri ikki kundi vera við, tí hann er staddur til skips.

Tá man fer í føðingardag hjá Levi Joensen, so kann man vera heilt vísur í at fáa ein átiligan rætt og tað nógv; og soleiðis var í gjárkvøldið í Betesda – tvey sjálvtøkuborð vil smyrjubreyði og køkum, sum gagnaðist óføra væl.

Enthusiasturin

Eitt sum kom greitt fram í kvøld og sum stendur eftir, nú Levi er farin um tey áttati er, at maðurin er ein evangelistur og menniskjafiskimaður við eini, sum sonurin Jóan Páll segði, enthusiasmu, sum saknast nógva staðni í dag.

Levi hevði nokk ynskt at kunna feira føðingardagin í Nýggja Betesda og brúka hendan dagin til framløgu av bókini um lívssøguna hjá honum og Grethu, men soleiðis varð ikki. Tað verður ikki so leingi, so fer man at kunna feira rundar dagar í nýggja Betesda, og bókin hjá Levi væntast at koma út undan jólum við ikki færri enn umleið 250 myndum.