Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Levi Joensen – Levi hjá Dáva – 75 ár.

John William Joensen

Sunnudagin 12. oktober 2008, fyllir ein vælkendur klaksvíksingur 75 ár.

Tað er Levi Joensen, Levi hjá Dáva, skipari og trúðboðari.
Levi er sonur til Dáva Joensen, f. 1889, ættaður úr Gerðum og Armgarð Joensen, f. 1891, ætta úr Trøllagilið.

Dávur og Armgarð blivu gift í 1912 og fingu tey ikki minni enn 10 børn, har Levi var yngst.

Carolina – kalla Kalla – var elst av børnunum og hon var fødd í 1913. Og tá Levi er føddur í 1933, vóru tað 20 ár ímillum tað elsta og yngsta barni hjá Dáva og Armgarð.

Fýra av tí stóra syskinaflokki eru ikki ímillum okkum meira.
Levi var føddur sjómaður – og tíðliga og seint var hann, sum smádrongur, á floti – kanska helst mest á Víkini.

Bert 14-ára gamal legði hann til sjós og so vítt eg veit, var tað fyrstu ferð sum messudrongur við trolarinum Dragaberg, ið bróðurin Jóannes førdi. Pápi mín var kokkur.

Síðan var fari umborð á Skálanes, har Levi var við í nógv ár, saman við beiggjanum, Óla, ið var skipari.

Við Skálanes var Levi dekkari, stýrimaður og onkuntíð skipari.

Síðan førdi hann ymisk skip, ma. var hann skipari á Kyrjasteini úr Fuglafirði og eisini loysti hann Eivind Niclasen av sum skipari við línubátinum Vesturvón.

Í 1961 lata Laksafoss-brøðirnir (PF Stella) línuskip byggja í Søviksnes í Noregi og Levi verður settur sum skipari á bátinum, bert 28 ára gamal.

Andras Skarðenni var 1. stýrimaður, Grímur Rasmussen 2. stýrimaður, Kalle Hansen, 1. meistari og Meinhard Hammer 2. meistari. Sjálvur var eg settur sum kokkur (18 ár).

Vit vóru nakrir, ið vóru sendir yvir til Noregs eftir skipinum eini 14-dagar – 3 vikur áðrenn skipið kom til Føroyar. Hesir vóru m. a. Ørvur Thomasen og Helgi Laksafoss, Eisini var Poul Laksafoss og Knút Brandal við heim sum dekkarar.
Vit, ið vóru eftir hesum skipið, gloyma tað ongantíð. Hettar var ein væla skúta, bygningsnr. 52 av skipasmiðjuni, var 127 m long og hevði 450 hk motor.

Og sum hon riggaði gott. Grámála. Eitt stásiligt skip.
Hin 26. oktober 1961 var norska flaggið strika av Andreas Tennfjord, skipasmiðjustjóra, og Poul Laksafoss (faðir at Erling, Hallur og Trúgva Laksafoss), heisaði Merkið í húnar hátt.

Stella Maria var komin á føroyskar hendur.

Tá ið vit silgdu út av Aalesund, var Knút Brandal loðsur. Hann var norðmaður og kendi leiðina og hevði verið í Noregi og vitja familju og vinir. Giftur og búði í Klaksvík.

Gloymi ongantíð, tá ið vit komu á Klaksvík við Stellu Mariu fyrstu ferð.

Hettar var ein leygardag, og vit vóru komnir eitt sindur fyrr til oyggjarnar, enn ætla var, so vit lógu yviri í fjørðinum og bíðaðu eftir klokkuni, meðan turka var eftir tí seinasta.
Kl. 15 stevndu vit so inn um Klakkin.

Sjúrðarberg og Skálaberg lógu báðir á Klaksvík. Annar heimi á kaiini og hin á Kósini.

Tá ið vit høvdu fløjta, fóru Sjúrðarberg og Skálaberg at fløjta og ynskti okkum vælkomin.

Teir høvdu báðir dampmaskinu, so teirra fløjt var nógv vakrari enn okkara.

Eg var staddur á brúnni og tað var Erling Laksafoss sjálvandi eisini.

Tá ið hann hoyrdi fløjti frá teim gl. trolarinum, ið hann hevði silgt við í mong ár, sigur hann við meg: ”Kokkurin, klíp meg í armin , so eg veit, at eg eri vakin”. Og tað gjørdi eg so, meðan tárini trillaði eftir kjálkanum á Erlingi.

Haldi ikki at sigi ov nógv, at Levi hevði ógvuliga gott fólk við Stellu Mariu. Har vóru fleiri ungir menn, men eisini meira tilkomnir, og fleiri av teimum hevði hann silgt saman við umborð á Skálanesi.

Levi fiskaði væl.

Tó minnist eg at tann eina ísfiskatúrin undir Føroyum (minnist ikki um tað var fyrsti túrur).

Tíðin var um at verða uppi – og vit høvdu einans 600 kits.
Tað var ódnarveður og vit vóru komnir inn undir Vágoynna av Føroya Banka at kroka.

Vit lógu heilt nær landi – undir Bøsdalafossi. Har var nógvur vindur, men slætt.

Levi og Andras, stýrimaðurin, stóðu og tosaðu um, hvat var at gera.

Andras helt tá við Levi, at vit kundu seta nakrar stampar, har vit lógu. Vit gjørdu onki allíkavæl og allur reiðskapurin stóð engdur á hekkuni.

Nei, tað helt Levi ikki nógv um og flenti. Reiðskapurin var alt for grovur, at royna við so nær landi.

“Man kann prøva”, helt Andras fyri. “OK”, segði Levi “so gera vit eina roynd”.

Tað blivu so settir eini 5-10 stampar – og aftaná eina løtu, var lagt á at draga.

Gloymi ongantíð, tá ið dreggi kom at borðið. Línan var hvít so langt vit sóu niður gjøgnum sjógvin. Av yvirvaksnari hýsu.

Tað var boyða sett á beinanvegin, og so bleiv allur reiðskapurin “sparraður” út av reyvini.

Vit komu í satt fiskarok – og gjørdu kubbi. Meini vit høvdu eini 1000 – 1200 kits, tá ið vit seldu í Grimsby og gjørdi eina góða sølu, har hendan yvirvaksna og spillfeska hýsa lá og “spraklaði” á markedinum, so vit fingu “toppprís”.

Levi hevur sagt mær, at hann hevur roynt aftur har síðani.

Men ikki eitt livandi. Ikki inn í eyga. So løgi var tað. Vit skuldu bara hava túr.

Vit, sum kenna Levi, vita at hann altíð hevur verið eitt sindur av einum “spilloppara”. Og mangan er látur, har hann er til staðar.

Tá ið vit vóru eftir Stellu Mariu í Noregi , spældi hann mær okkurt “pussi”.

Tað var soleiðis, at vit vóru nakrir, ið búðu uppi á loftinum hjá skipasmiðjustóranum Tennfjord, har hann hevði innrætta eina íbúð. Køk og eini 2 stór soviværilsir.

Eg og Levi svóvu síð um síð – í hvør sínari song – og so vóru einir tveir aðrir inni í kamarinum.

Eitt kvøldið, eg kom eitt sindur seint aftur til húsa (sigi ikki hvar og hví, men tað veit Levi), vóru hinir farnir í song.

Tað var myrkt í kamarinum – og eg setti meg á seingina – omaná dýnuna.

Helt meg hoyra at Levi flenti, og spyrji hann um hann var vakin.

Jú tað var. Og vit so at práta spakuliga, fyri ikki at vakja hinar, men eg sá, at dýnan hjá honum livdi óført, sum hann flenti.

Tonkti við mær sjálvum, at tað var løgi, sum hann flennir, so stuttligt var tað heldur ikki, tað eg segði honum.

Men einaferð. Tá leyp eg himmal høgt, tí nú gongur undir dýnuni – undir reyvini – á mær, og eg blev so kløkkur, sum eg ikki havi verið á ævini.

Jú, góði. Tá hevði hann fanga eitt pinnsvín, og lagt tað í seingina hjá mær. Og tað eydnaðist óføra væl hjá honum, at gera meg kløkkan.

Levi hevur ongantíð verið nakar “lættvektari”, tað vita vit, sum kenna hann.

Men tað hevur kanska bjarga fleiri monnum, m.a. mær, at hann ikki var tað.

Vit báðir vóru seinni saman við Kletti, sum Levi átti og førdi.
Hann hevði sett kraftblokk í Klett – og seint eitt kvøldið sigla vit inn av sildafeltinum og komu siglandi tætt fram við Rivtanga.

Hann var høgur í ættini, vindur og stór alda, so Klettur rullaði óført.

Næstan allir mennirnir svóvu – helst hava vit verið á saltsild – og tá var ógvulig strævi lív hjá manningini og nógv vøka.

Bert eg og Levi vóru á brúnni og helst hevur onkur maskinmaður verið niðriundir. Restin var í koyggjuni.

Levi sat í stólinum á brúnni og vit prátaðu um leyst og fast.
Einaferð nú leypur Levi upp úr stólinum og út gjøgnum hurðina í stýriborð, samtíðis sum hann rópar á meg:” Tak frá”.

Eg var ikki so kønur í umstýringini, men eg gjørdi rætt og tók frá og so at hyggja hvat var av Levi.

Tú himmalsins Guð.

Levi liggur afturi á nótini og heldur henni og bað meg koma at hjálpa sær at fáa nótina inn.

Søgan er hendan:

Meðan vit práta og hann situr í stólinum, hoyrir hann, at nótin rennur út. Hann hoyrdi ringarnar sláa móti skipssíðuni.
Tíbetur var hann so skjótur (og tungur), at hann kláraði at forða fyri, at øll nótin rann út.

Gjørdi hon tað, hevði hon helst komi um skrúvuna, og vit vóru prísgivnir.

5-10 min seinni høvdu vit verið uppi á landi.

Vit fingu nótina skjótt inn í øllum góðum og kundi halda leiðina fram.

Sig so tað at tað ikki er gott við hvørt at verða eitt sindur tungur (og hugsa og verða skjótur).

Í 1954 giftist Levi við Gretu Olsen úr Fuglafirði og eiga tey 5 børn og fleiri abba- og langabbabørn.

Greta hevur verið Levi ein góð kona – og tú tosar ikki lengi við Levi, uttan at hann kemur inn á Gretu, hvussu góð kona hon hevur verið honum. Og tað er eisini eitt satt vælsignilsi at hava fingið í lívinum.

Hon hevur fylgt honum í øllum.

Fyri fleri árum síðan, gjørdi Levi eins og Pætur.

Hann fór í land og blakaði fiskireiðskapin frá sær og “fór at veiða menn”.

Hann hevur virka ímillum sjómenn og føroyingar í Hirtsals og hevur verið sera glaður um hettar. Og tey í Hirtsals, ikki minni glað um hann og Gretu.

Góði Levi.

Við hesum vil eg fegin senda tær eina heilsan – nú sólin er komin nokk so langt á vestaru hálvkúlu, og ynskja tær so hjartaliga tillukku við teim 75.

Eg kundi saktans skriva meir, tí eg veit okkurt meir at siga frá um teg, men tað verður so nokk hesuferð.

Mátti Hann ið øllum valdar, og sum tú valdi at fylgjast við á ungum árum, geva tær eina góða og ljósa framtíð, saman við tínum kæru.

Vinarligast
“kokkurin”,
Jógvan E. Ósá.