Levi fór heilt ungur til skips og var við ymiskum skipum í 36 ár – Av hesum 30 ár sum yvirmaður og skipari. Var við Skálnes, Viðoy, Stellu Mariu, Kletti, Birgja; fyri at nevna nøkur.
Mangar eru søgurnar, har oftast roysni, brøgd og neisir eru við, tá ið Levi hugtakandi plagar at greiða frá av mongu sjóferðum sínum. Altíð er skemt og kæti við eisini.
Sum 22 ára gamal gjørdist Levi óvæntað skipari á Skálanes, tá ið Óli beiggi hansara gjørdist sjúkur í Grønlandi.
Greta og Levi giftust inn hjá Armgaard 20. november 1954. Armgaard hevði tá sitið einkja eftir kenda skiparan Dáva úr Gerðum í trý ár. Greta og Levi eiga 5 børn, Jóhan Páll, Maluna, Jónu, Rógva og Mirjam, 16 ommu- og abbabørn og 7 langommu- og langabbabørn.
Í 1957, tá ið Levi er 24 ára gamal, er hann skipari við Viðoy undir Grønlandi. Tá var hann við til at bjarga 97 monnum, sum vóru um at farast á einum portugiskiskum doruskipi, sum kallaðist Santa Maria. Skipið hevði rent á Svartasker uttanfyr Føroyingahavnina.
Levi dugur sera væl at yrkja. Tað er næstan ikki føðingardagur í familjuni, hann ikki hevur yrkt onkran sangin til.
Í 1966, tá eg var 10 ára gamal, fyllti omma á Vágsheygnum; Armgaard 75 ár. Levi hevur tá verið 33 ár – í bestu árum. Hann hevði yrkt ein sang til ommu, sum øll ommubørnini skuldu læra at syngja í kjallaranum á Vágsheygnum.
Tað var sera spennandi at snýkja seg niður í kjallaran til venjingar saman við Levi, sum legði herðslu á, at øll máttu duga sangin uttanat og at omma einki mátti vita. At krógva seg á Vágsheygnum var ikki lætt, tí omma hevði eyguni við øllum og vildi vita alt. Tað, sum hon ikki sá við beru eygum, spurdi hon um. Tí var tað ein serliga spennandi statshemmiligheit, at omma ikki mátti vita hvat gekk fyri seg.
Og so upprann dagurin, tá ið omma fyllti. Men eg kundi ikki halda mær: Nær fara vit at syngja hin sangin fyri ommu? Mátti eg spyrja hart, undir føðingardegnum. Levi sendi eyguni eftir mær: Sit og tig við tær! Vóru strongu harraboðini. Men tá langt um leingi sluppu vit at syngja sangin, sum síðani næstan er nýttur við eitt hvørt 75-ára høvi í familjuni. Fyrsta vers:
Nú allar besta omma, sum fyllir sjeytifimm
So hugnaligt tað er at koma til tín inn
Her fekk eg mangan drekkamunn, sjokulátu, keks og bomm
At eiga slíka ommu, nei tað er eingin skomm.
1978 legðist Levi uppi fyri burturav at virka sum trúboðari í Hirtshals. Har fekk hann seinni útvega samkomuhúsið, ið verður kallað Malta. Hetta húsið er fyri stuttum víðkað munandi, tí so nóg vitja har.
Levi hevur alt sítt lív verið ein íðin røktingarmaður í víngarði Harrans. Í Hirtshals og har um vegir hevur hann eina rættiliga grøna og vakra fløtu, eins og hann hevur tað mangar staðir í Føroyum.
Í 2006 vitjaði táverandi løgmaður, Jóannes Ejdesgaard – Malta; sum hann metti eins og eina óskrivaða sendistovu. So víðfevnt og týðandi helt løgmaður virksemi hjá Levi og Gretu at vera fyri sjómenn og føroyingar í hópatali í Hirtshals og Jútlandi annars at vera.
Føðingardagurin verður hildin 17. okt. á Nordsøens Motel, Niels Juelsvej 32 í Hirtshals
Hjartaliga tillukku við degnum
Dávur




