Nú er komið somikið væl áleiðis við nýggja Skúvadalshúsinum, at ætlanin er at taka gamla húsið í Skúvadali niður leygardagin.
Árni Skaale frá Skótaliðið Nólsoyar Páls sigur, at fari verður av Núpi kl. 08.00 leygarmorgunin. Brúk er fyri nógvum fólki. Vit vóna, at fleiri mans koma við hamara og kúbeini. Men tað er eisini brúk fyri fólki at ganga til handa og ikki minst er eisini brúk fyri fólki at bera ymiskt heim, ið skal varðveitast úr gamla húsinum.
Tá nú húsið verður tikið niður, so fer ikki at bera til at brúka húsið at gera kaffi ella pannukøkur í, so
tað hevði komið sera væl við, um onkur hevði kunna savna eitt toymi, at komið eystur við kaffi og onkrum afturvið, til arbeiðsfólkið
Sum skilst, so er ætlanin at seta nýggja húsið á grundina har gamla húsið stendur. Tó skal grundin sjálvandi broytast og passast til nýggja húsið.
Ætlanin er, at taka gamla húsið niður, soleiðis at ta tilfar, ið kann brúkast, skal fáast til høldar. Ætlanin við tí er, at onkrar smáttur skulu smíðast fyribils, til at goyma ymiskt í, ið skal nýtast seinni.
Skótalið Nólsoyar Páls hevur avgjørt, at húsið skal kunna brúkast av alment, so vónandi fara tey at vera mong ið koma eystur nú arbeiðið fer í gongd. Fyri eftirtíðina verður tað hugaligt at eiga eina lítla arbeiðsaktiu í húsinum í Skúvadali.
Rík søga er sjálvandi kring gamla húsið. Norðlýsið hevur av og á skrivað um húsið. Nevnast kann , at í eitt borð, sum stendur í húsinum er grivin tíðarfestingin 21. juni 1941. Hesin dagurin verður roknaður sum fyrsti dagurin hjá húsinum har eysturi og fyllir húsið tí 75 ár longsta dag í ár. Ivaleyst fer hetta borðið eisini at prýða nýggja húsið.
Vit hittast sunnast ella eystast á Oyravegnum leygarmorgunin kl. 08.00.




