Vit fóru av Núpi um áttatíðina um morgunin og vóru ikki aftur við hús fyrr um ellivu tíðina á kvøldi.
Tá vit fóru var málsetningurin at fáa húsið tætt. Næmingarnir á Tekniska Skúla í Klaksvík og lærarar av timburdeildini høvdu panela yvirtromina, so nú veðurmenninir spáddu um regn, var málsetningurin at fáa húsið tætt. Tróðurplátur skuldu leggjast omaná palelingina og harafturat skuldi sveisast tætt við tjørupappi.
Afturat hesum, skuldi so alt tað “hvíta” timburið, sum lá úti fáast inn í húsið. Tað var stórarbeiði og ikki vóru vit so nógvir hendan dagin sum onkuntíð. Men, men, tað gekk sera væl í hond og tá fari var úr dalinum aftur vóru menn sera væl nøgdir, tí alt tað vit ætlaðu var klárað.
Aftur hesaferð komu kvinnurnar allan vegin eystur við heitum døgurða. Døgurðin hevur nevniliga stóran týdning, tí menn arbeiða hart fyri at sleppa sum skjótast heim aftur, tí tá tú byrjar arbeiðisdagin við at ganga tungan túr gjøgnum haga við tungari byrðu í umleið hálvan annan tíma og so arbeiðir til um 9-10 tíðina á kvøldi, tá kemur tað ótrúliga væl við at fáa eina góða máltíð mitt um dagin. Tað ger, at menn ernast uppaftur at taka nakrar tímar afturat.
Her nakrar myndir frá leygardegnum (Á veg heim, gingu eg og Árni Elttør ein stuttan túr niðan á Vatnið við ólmanum.




