Tað ljóðar at m.a. starvsfólk á Dimmu arbeiða við at keypa Dimmalætting, men einki fæst at vita frá hvørki stjóra ella álitisfólki
Tað hevur ljóða í dag at samráðingar eru um at keypa Dimmalætting og at tað skal verða starvsfólk á Dimmu saman við øðrum sum arbeiða við hesum.
– Hatta kenni eg einki til, sigur blaðstjórin í stuttari viðmerking. Álitisfólk á Dimmu sigur seg einki kenna til tíðindini og stjórin á Prentmiðstøðini hevur onga viðmerking.
Tað er eingin loyna at Dimma hevur ligið tungt í sjónum og hetta er sjálvandi gróðrarbotnur fyri nógvum søgum seinastu tíðina. Harafturat eru Sosialurin, Dimmalætting, Prentmiðstøðin, Bera og Posta í opnum kríggið – so trupult er at meta um sannleiksvirði í tíðindunum – sum vit alsto ikki fingið váttaði.




