Í svari til Norðlýsið nú um dagarnar í kjaki um fiskivinnuuppskotini skrivar Høgni Hoydal millum annað:
Fiskimenn fáa … nú fyri fyrstu ferð tryggjað rættindi, sum teir hava stríðst fyri alt síðani Erlendur Patursson var formaður í Fiskimannafelagnum.
Tað kundi verið áhugavert at vita, hvørji rættindi, ið HH meinar við. Formanstíðin hjá Erlendi liggur um 50-60 ár aftur í tíðini. Viðurskiftini í fiskivinnuni eru so nógv broytt síðan tá, at tað er sera lítið, sum kann samanberast við tíðina í dag. Sjálvur havi eg lagt 36 ársfrágreiðinar fram, har víst er á nógv framstig í rættindum hjá fiskimonnum. Veit einki um, at nakað hevur ligið á láni frá umrødda tíðarskeiði.
Høgni sum hægstarættur
Tað skal tó sigast, at HH hevur staðið fyri eini “nýhugsan”, sum eingin so mikið sum hevur droymt um.
Hann hevur sum ein annar hægstirættur, saman við løgmanni, sett til ein viks heilt greiðan dómsúrskurð um tulking av sáttmálanum og hevur fingið løgtingið at leggja seg út í galdandi sáttmála.
Hetta er enntá við grundgevingum, sum longu vóru avvístar í umrødda dómi. Tað sigst, at hetta er ikki hent í kongaríkinum fyrr. Hetta lýsir væl rættarstøðuna í Føroyum.
Henda lóggáva er í hvussu ein av orsøkunum fyri ótryggleikan í vinnuni, sum HH sjálvur hevur skapt. Vinnan hugsar sjálvsagt, at tá ið ein samgonga kann gera slíkt, hvat kann so roknast við framyvir!
Hevur sjálvur spent bein fyri nýggjum aktøru
Við umrøddu lóggávu hevur Høgni Hoydal sjálvur spent beint fyri nýggjum aktørum, sum annars segðist vera fremsta málið við henni. Teir aktørar, sum bara høvdu uppboðssøluna at dúva uppá, skuldu einsamallir gjalda allan kostnaðin av keyptu kvotunum. Hinvegin skuldu teir, sum høvdu nóg mikið av kvotu frammanundan, einki gjalda. Hetta merkir, at nýggir aktørar blivu revsaðir fíggjarliga í mun til teir verandi!
Eitt dømi er, at eitt línuskip royndi at bjóða at bjóða uppá eina last í Barentshavinum. Men tað hevði ongan møguleika. Fyri at kunna kappast við gomlu aktørarnar, kundu teir koma til at gjalda enn tá meira enn 100% í hýru!
Í øllum førum komu nýggir aktørar at gjalda munandi størri part av veiðuvirðinum í hýru enn teir gomlu. So skilaleys er henda lóggávan, at hon gongur beinleiðis ímóti ætlanini við henni.
Úrslitið varð sjálvandi har eftir.
Óli Jacobsen


