Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LGBT sendur eina inniliga áheitan til Løgtingið

Tíðindaskriv

Á flaggdegnum 2016 hava gott 150 føroyskir LGBTarar vent sær

persónliga til allar 33 løgtingslimirnar við eini síðstu, innilig

áheitan um at tey atkvøða ja til at broyta hjúnabandslógin í morgin.

Tað er lívið hjá hesum føroyingum, ið hava undirskrivað áheitanina,

ein møgulig komandi lógarbroyting kemur at ávirka. Hetta er fyrstu

ferð, at so nógvir samkyndir, tvíkyndir og tvørkyndir føroyingar hava

staðið fram alment og persónliga lagt navn til ynskið um at fáa

lógarbroytingina viðtikna týsdagin.

Áheitanin, sum á sjálvum flaggdegnum er persónliga send til allar

løgtingslimirnar, er so ljóðandi:

INNILIG ÁHEITAN TIL FØROYA LØGTING – SAMGONGU EINS OG ANDSTØÐU

Atkvøðið ja til lógaruppskot 19/2015 og gevið okkum somu borgarligu

rættindi sum tit og aðrir føroyingar hava

Í góð 5 ár hava vit í LGBT Føroyum teskað, tosað, kjakast, rópt og

enntá ýlt um vantandi javnrættindi og vantandi rúm fyri okkum í

føroysku hjúnabandslógini.

Øll argument, bæði fyri og móti, eru seinastu árini komin undan kavi,

og eru hesi vend óteljandi ferðir. Øll hugsandi fólk, bólkar, feløg og

stovnar eru hoyrd, og hvørt blað er vent í hesum máli. Eftir stendur

eitt púra greitt lógaruppskot, sum tit løgtingsfólk umsíðir skulu

atkvøðu um.

Vilja tit loyva okkum at giftast borgarliga í Føroyum við tí, sum vit

elska og ynskja at víga okkara lív?

Ja ella nei.

Ynskja tit at veita okkum javnrættindi, ið tit og flest aðrir

føroyingar taka fyri givið?

Ja ella nei.

Við síðstu lógarbroytingini eru allar hugsandi og óhugsandi

lógarsmogur afturlatnar, so vit ikki skulu kunna signast í føroysku

Fólkakirkjuni ella øðrum samkomum. Her er einki grátt øki longur –

ikki fleiri orsøkir ella umberingar fyri ikki at veita okkum

javnrættindi. Einki meira rundanumtos ella óynskt uppskot um serlógir,

ið áhaldandi fara við okkum sum annanfloksborgarar. Tíðin er farin

frá: “kanska”, “men” ella “bara um”.

Tað eru nú bara tvey svør eftir at velja millum: ja ella nei.

Tí senda vit undirritaðu, ið øll eru LGBTarar, eina seinastu, inniliga

bøn til tykkum fólkavaldu í samgongu eins væl og í andstøðu:

Gevið okkum eina orsøk til at seta búgv í Føroyum, so vit kunnu halda

fram við at geva okkara íkast til at byggja land saman við tykkum og

øllum øðrum føroyingum. Vit velja Føroyar, og ynskja einar Føroyar, ið

velur okkum!

Gerið tað einasta rætta í dag – eins og í øllum komandi søgubókum –

atkvøðið ja til lógaruppskotið 19/2015.

Takk fyri.

vh.

Nevndin í LGBT Føroyum